Í ÍtróttarSosialinum, sum kemur á gøturnar í dag saman við Sosialinum, ber til at lesa um HB, sum er vaknað aftur. Eftir tríggjar sigrar á trimum teimum ovastu, so er HB við aftur.
Dysturin hesa vikuna er dysturin í Gundadali, har HB vann 4-1 á NSÍ. Ein spælari hjá HB fær enntá eitt 8-tal í spælarametingunum. Tosað verður eisini við Sigfríð S. Clementsen og hugt verður nærri at hví HB er vaknað.
Les eisini um alt um 18. umfar í Effo-deildini, har toppdysturin endaði við javnleiki, meðan B36 er við stríðnum um FM-heitið, men ÍF mest sannlíkt er flutt niður.
Les eisini um løgna dystin í 1.deild, har ÍF tapti 32-0 fyri B36, tí liðið hevði bara átta spælarar. Spælararnir hjá ÍF vistu ikki fyrr enn seint, at teir skuldu spæla kl 12.15. Tað er ósemja um hvør eigur mistakið.
Les eisini um 25 ár við Premier League, um føroysku steypavinnararnar í ÍBV og stuttsøgd ítróttattíðindi.