Tað, sum vendir niður, vendir upp, er kend strofa. Henni kunnu teir í HB nú taka undir við. Seinastu árini hevur HB verið heimalið burturav, meðan tað ikki hevur hilnast so væl á útivølli.
Sunnudagin varð aftur staðfest, at í ár trívist HB best aðra staðni enn í Gundadali. Fyri tveimum vikum síðani var avrikið einki at reypa av, og úrslitið móti Skála á heimavølli bar við sær, at HB misti týdningarmikil stig í oddastríðnum.
Ímóti GÍ kundi tað roknast við, at tað ikki fór at ganga nakað serligt. GÍ hevði tvær ferðir fyrr í ár fingið fulla úrtøku móti HB,og tá ið GÍ síðst fekk fulla úrtøku, var tað júst móti HB, sum legði rygg til 2-1 tap í Gundadali 14. juni.
Men hesa ferð gekk tað heilt øðrvísi. HB var omaná mest sum alla tíðina, og HB fór eftir 4-1 sigur úr Gøtu við øllum stigunum.
Tvær ferðir Rókur
HB hevði størri tyngd og meiri hugflog, enn heimaliðið vísti. Emil Nolsøe Leifsson og Svenn Dam Jacobsen loystu leikbannaða Vagn Mohr Mortensen og Jovan av, og ungu menninir stóðu seg væl.
Rókur Jespersen hevur fyrr í ár havt ilt við at spæla seg til fast pláss í framrættaða partinum. Enn eina ferð hevði Popczynski givið evnaríka unga manninum møguleikan, og hesa ferð eydnaðist tað sera væl hjá Róki.
Rókur setti hol á, tá ið eitt lítið korter var farið. Eftir uppspæl í vinstru smekkaði hann til. Bólturin rakti í liggjandi GÍ verjuspælara og snýtti málverjan so mikið, at bólturin fór í málið.
HB var omaná, men fram móti steðginum kom heimaliðið so spakuliga fyri seg. GÍ trýsti annars sannførandi HB longri aftur á vøllin, og henda gongdin helt fram fyrstu løtuna eftir steðgin.
Eftir lítlan tíma bríkslaði danski dómarin fyri brotssparki, sum GÍ liðformaðurin, Sámal Joensen, setti í netið.
At GÍ eftir yvirvág í eina løtu hevði javnað til 1-1 kundi bent á, at nú fór tað at verða heimaliðið, sum fór at seta seg á spælið og harvið at spæla seg til málmøguleikar.
Men soleiðis gekk tað ikki. At GÍ hevði javnað vísti seg at bera við sær, at HB reisti seg aftur. Gestirnir fingu aftur um endan. Takið, sum Sámal Joensen og ungu liðfelagarnir hjá honum tóktust hava tiltuskað sær, linkaði, HB yvirtók spælið, og eftir at teir høvdu skorað til 2-1, tóktist tað bara vera ein spurningur um, hvussu stórur útisigurin fór at verða.
Rókur Jespersen skoraði eisini annað HB málið. Eftir gjøgnumbrot í vinstru tóktist tað sum um, at møguleikin var burtur, tí vinkulin var so spískur, men so smekkaði ungi maðurin til, og bólturin streyk inn við nærra stólpanum.
Spurningur um stødd á sigrinum
GÍ slepti alt meiri í verjupartinum, og álopsbogin varð spentur. Tað bar møguleikar fyri skjótum HB álopum við sær. Rógvi Jacobsen, sum ikki er so málsøkin, sum hann var, áðrenn hann fór til Íslands, stóð fyri uppspælinum í høgru til triðja málið. Tór-Ingar Akselsen, sum rættuliga er komin fyri seg aftur eftir summarsteðgin og hesa ferð var heilt stinnur, varð skrásettur fyri 3-1 málið, sum minti ikki so lítið á fyrsta málið.
So var spurningurin bara, hvussu stórur HB sigurin fór at verða. Innskifti Páll M. Joensen staðfesti rimmar sigurin. Aftur hesa ferð átti Rógvi Jacobsen stóran lut í uppspælinum, og verjan var fullkomuliga úti av spælinum, tá ið bólturin varð settur í málið.
HB hevur ikki tapt í sjey teimum seinastu uppgerðunum, og GÍ hevur ikki vunnið í sjey teimum seinastu uppgerðunum. Hetta tíðarskeiðið hevur GÍ úrtøkan verið fimm stig. Sama tíðarskeiðið hevur úrtøkan hjá HB verið sekstan stig. At tað er munur á, hvussu væl GÍ og HB eru fyri sást væl í Sarpugerði!