Í annaðkvøld klokkan 20 spælir HB seinna dystin í øðrum undanumfarinum í Conference League á Tórsvølli.
Dysturin verður móti kroatiska liðnum, Hajduk Split. Hajduk Split vann fyrra dystin 2-0.
Tað verður 35 ára gamli norðurírin við avmarkaðum altjóða royndum, Tim Marshall sum fer at leiða dystin millum HB og Hajduk Split..
Tim Marshall hevur bert dømt ein dyst í einari evropeiskari kapping fyri felagslið. Tim Marshall hevur tó verið fjórði dómari til fitt av landsdystum hjá yngri landsliðum.
HB TÓRSHAVN (FRO) [0-2] HNK HAJDUK SPLIT (CRO)
Dómari: Tim Marshall NIR
Hjálpardómari 1: Georgios Argyropoulos NIR
Hjálpardómari 2: Brian Wilson NIR
Fjórði dómari: Shane Andrews NIR
UEFA dómaraeygleiðari: Martin Ingvarsson SWE
UEFA umboð: Tarik Shamel ENG