Verjuleikarin var fyrstur á bóltinum eftir hornaspark, tá seinni hálvleikur var hálvrunnin.
Svenn Fuglø Jacobsen úr HB gjørdi uppgávuna hjá liðfeløgunum væl torførari, tá hann varð útvístur miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Ein Víkingur sá eisini reytt í tíðini, dómarin hevði lagt afturat.
Við sigrinum er HB nú tvey stig aftanfyri oddaliðið. Víkingur er á áttanda plássinum við 21 stigum.
HB ? Víkingur 1-0 (0-0)
1-0: Jákup Slættalíð