HB fer ikki til Runavíkar leygardagin

Báðar seinnu hálvfinalurnar vera seinnapartin sunnudagin

Síðsta vikuskifti varð harmast um, at báðar hálvfinalurnar í kappingini um løgmanssteypið vóru spældar um somu tíð sunnudagin. Tað komst av, at tað orsakað av høgættarvindi var neyðugt at flyta dystin í Sarpugerði í Gøtu frá leygardegnum og til sunnudagin, tá ið tað var ásett at HB og NSÍ skuldu spæla á Tórsvølli.

 

Ætlanin var, at NSÍ og HB skuldu spæla seinnu hálvfinaluna við Løkina leygardagin klokkan 17. Nú er hetta broytt, so dysturin verður sunnudagin klokkan 15 ella um somu tíð, sum B36 og Víkingur fara at hittast í Gundadali. Tað eru veðurvánirnar, sum siga frá hitastigum um frostmarkið leygardagin, ið eru orsøk til, at tað er gjørt av at flyta dystin til sunnudagin.

 

Víkingur vann á heimavølli fyrru hálvfinaluna ímóti B36 1-0, og á Tórsvølli endaði tað 2-2 millum HB og NSÍ.

 

Seinnu hálvfinalurnar

 

NSÍ – HB: Petur Reinert sunnudagin kl. 15.00

 

B36 – Víkingur: Alex Troleis sunnudagin kl. 15.00