Tapið í steypafinaluni næstsíðsta mikukvøld hevur ikki verið so stórt vónbrot hjá HB, at tað hevur gingið út yvir avrikini í landskappingini. Heldur hevur tað verið tvørtur ímóti.
HB vann seinnapartin tryggan 3-1 sigur á Skála. Tey trý stigini bera við sær, at meistararnir annað vikuskiftið á rað tóku seg tættari toppinum.
Andrew av Fløtum legði HB framum fýra minuttir undan steðginum. Tá ið tað restaðu sjey minuttir økti Rógvi Jacobsen um munin til 2-0. Í yvirtíðini skoraði miðvallarin Milan Kuljic til 3-0, og í síðstu sekundunum pyntaði Skála liðformaðurin Pauli G. Hansen viuð brotssparki um, so úrslitið gjørdist 3-1 til HB.