HB heldur oddasessinum

B36-HB 1-2 (1-2):
Fyrsta hálva tíman kundi HB lættliga skotið fleiri enn tey bæði málini, men í longdini vóru hesi kortini nóg mikið til at tryggja sigurin á grannunum, og longu nú er HB farið at líkjast einum favoritti

Fótbóltur

Higartil hevur HB leikt tríggjar dystir í Gundadali. Eisini í triðju roynidni eydnaðist teimum at fáa fult, og enn heldur sigursvanda havnarliðið fulla ferð móti fótbóltsoddinum, har teir nú eru einsamallir á odda.
Spenningurin var annars stórur, nú tey bæði stóru havnarfeløgini fyri fyrstu í ár skuldu bresta saman í landskappingini. Í steypakappingini hittust liðini í fjórðingsfinaluni, og tann dystin vann HB 3-0, men hetta úrslit kundi tó neyvan metast sum mátistokkur undan dystinum mánadagin.
Og seinastu meldingarnar undan dystinum bóru kanska eisini boð um, at B36 hevði mestu fyrimunirnar undan dystinum. Í øllum førum stóð greitt, at HB mátti vera vandamikla Una Arge fyriuttan, og hinvegin var Klæmint Matras loksins klárur at tørna út fyri meistararnar, eftir at hann stóran part av várinum hevur drigist við skaða í fótinum.
At Klæmint nú var við aftur, vónaðu flestu svørt/hvítu viðhaldsfólkini fór at viðføra, at meira bit fór at koma í B36-miðvøllin, sum hevur verið heldur tamur seinastu tíðina. Men hetta hendi ongantíð.

HB greitt omaná
Frá fyrsta bríksli var tað hinvegin HB, sum var oman á í flestum lutum. Serstakliga hevði B36 trupulleikar av at byrgja upp fyri miðvøllinum, har ein av teimum fýra ? aloftast Rógvi Jacobsen - alla tíðina varð fluttur upp í holið millum miðvøll og álop, og tá teir fýra á B36-miðvøllinum samstundis vóru mest sum á linju, fekk HB á hendan hátt lagt eitt stórt trýst oman moti B36-verjuni.
Og tað gekk heldur ikki long tíð, áðrenn fyrstu málmøguleikarnir fóru at vísa seg. Jón Rói gav grannunum fyrsta hvøkkin, tá hann smoygdi sær inn millum miðverjarnar eftir eini sending. Einsamallur við Trónda fekk hann rulla bóltin móti málinum, men stólpin bjargaði B36 hesa ferðina.
Sum minuttirnir gingu, so gjørdist tað alt meira sannlíkt, at talan fór at gerast um í minsta lagi eitt mál til eldra felagið. Kanska var talan ikki um so øgiliga nógvar upplagdar málmøguleikar, men hinvegin var vanda á ferð mest sum hvørja ferð HB søkti oman ígjøgnum borðini, og eftir fyrsta korterið kom hol á.
Tór-Ingar Akselsen, sum serliga í fyrra hálvleiki var eyðsýndur á høgra bakki, setti ferð á. Øll vinstra verjusíða hjá B36 gloymdi alt um at verja í økjum, og tá tveir mans royndu at steðga vágamanninum hjá HB, sendi hann oman í horni til Nico Dugaru. Rumenski miðvallarin sendi lágt inn fyri málið, og har eydnaðist Andrew av Fløtum at beina bóltin í málið.
Málið fekk á ongan hátt teir í B36 at rakna við. Tvørtur ímóti tóktist hetta at skelka liðið, og tað gekk heldur ikki long tíð, áðrenn teir aftur vórðu revsaðir. Fyrst fór Andrew at kalla spákandi ígjøgnum verjuna, men Tróndur fekk meistarliga vart fyri skotinum. Revsingin kom tó við eftirfylgjandi hornasparkið. Tá fekk Jón Rói Jacobsen somikið gott rásarúm við handara stólpa, at hann fyrst fekk tamt bóltin við lærinum, áðrenn hann smekkaði til, og so var 2-0.
Kanska var hetta seinna málið besta dømi um, hvussu skelkaðir B36?arnir tóktust vera fyrsta góða hálva tíman. At lata ein av vandamiklastu álopsmonnunum í landinum fáa somikið gott pláss við eini deyðbóltsstøðu tóktist í øllum førum at mest um okkurt slag av kamikaze-fótbólti.

Vaknaðu av tilvild
Eftir næsta málið mundu mong í eystara skýlinum óttast, at her kundi talan rættiliga gerast um sorl. HB sat snøgt sagt á øllum. Teir vunnu nógv teir flestu nærdystirnar, høvdu betri tamarhald á sendingunum, og yvirhøvur var talan um klassamun móti verandi meistarunum, sum longu nú tykjast ávegis at missa hetta heitið.
Tað kom tó brádliga vend í, tá B36 fekk minkað um munin eftir fyrsta veruliga gjøgnumspælda álop teirra. Jákup á Borg var sjálvur við til at byrja álopi, tá hann fangaði returbólt úr B36 verjuni. Hann sendi Bárð Mortansson avstað, og tá øll HB-verjan elti John Petersen, sum rann diagonalt, slepti Bárður ístaðin innum um til Jákup, sum vendi sær og smekkaði til, so bólturin legði seg til rættis í handara síðuneti.
Restin av fyrra hálvleiki var helst besta løtan hjá B326 hendan dagin. Teir royndu at leggja eitt líkinda trýst á mótstøðumenninar. Vunnu fleiri nærdystir, og tó at talan ikki var um teir heilt stóru møguleikarnir, so stóð hampuliga nógv á HB hesa løtuna.
Byrjanin av seinna hálvleiki bendi kanska á sama borðið, men eftir gott korter fór luftin av heimaliðnum, og orsøkin var eyðsýnd. Klæmint Matras hevur verið skaddur í fleiri vikur, og tískil var orkan snøgt sagt ikki til heilan dyst. Útskifting var neyðug, og eftir hetta fekk HB aftur tak um. Teir í B36 vilja kanska iðra seg um, at tað ikki eydnaðist hvørki Jens Kristian Hansen ella Heina í Skorini at javna, tá teir tvær ferðir upp í slag stútaðu í fríari støðu, men hinvegin átti HB so sanniliga eisini sínar møguleikar. Ikki minst tá Rúni Nolsøe hótti við at skjóta tvørtræið niðan á tennisvøllin, fyri síðani at síggja Rógva Jacobsen stúta returin uppum.

Maktskifti
Samanumtikið var talan kanska ikki um tað heilt stóru leikligu upplivingina. Til tess var spælið frá báðum pørtum ov óskipað í ov longum løtum. Men tað er valla nakar, sum fær sett ein fingur á, at HB triðja dystin í slag fór av vøllin við fullari úrtøku.
Og hóast tað enn eru 15 umfør eftir at leika, so bendir longu nú nógv á, at eitt maktskifti aftur er farið fram í høvuðsstaðnum. Greipuna hevur B36 í øllum førum longu mist, og nógv skal broytast, um teir ætla sær at endurvinna FM-heitið. Størsta orsøkin til hetta er helst, at miðvøllurin í ár tykist vera alt ov tunnur til at gera seg galdandi móti teimum bestu. Kanska verður betri, tá Klæmint aftur er komin heilt fyri seg, men undir øllum umstøðum er missurin av Jan Guttesen ræðandi stórur. Stutt sagt er eingin leikari á liðnum, sum á sama hátt er førur fyri bæði at vera bóltvinnari og sambindingarliður.
HB hevur harafturímóti ikki færri enn tveir slíkar í Rúna Nolsøe og Rógva Jacobsen. Serstakliga tykist Rúni vera munandi betri fyri nú, enn hann var í fjør. Hartil er verjan í løtuni sera trygg, tó at Hans tykist hálvgum misnýttur sum vinstri bakkur og álopið verður helst tað, sum í ár fer at skjóta flestu málini av øllum í deildini. Hesa ferð var Uni Arge ikki við, men tá liðið kortini kann stilla við Andrew og Jón Róa á toppinum, eru allar orsøkir hjá mótstøðuliðunum at óttast HB, og saman lagt bendir hetta á, at vit longu nú hava funnið ein lítlan favoritt til gullmerkini, sum skulu handast í heyst.

Dysturin í tølum
B36-HB 1-2 (1-2)
0-1: Andrew av Fløtum, 16.
0-2: Jón Rói Jacobsen, 22
1-2: Jákup á Borg, 33.

Dómari: Lassin Isaksen. Hóast hann ikki misti tamarhaldið á dystinum, so saknaði tú til tíðir meira konsekvens í dømingini. Bæði við fríspørkum, sum vórðu framd til tess at steðga uppspælinum hjá mótstøðumonnum, og ikki minst, tá Andrew av Fløtum ta einum ferðina varð jarðlagdur við ljótari eftirtakling.

B36: Tróndur Vatnhamar ? Fróði Clementsen, Egil Zachariasen, Jens Kristian Hansen, Arnbjørn Danielsen ? Bárður Mortansson, Klæmint Matras, Niels Joensen, Kenneth Jacobsen ? John Petersen, Jákup á Borg
HB: Bárður Johannsen ? Tór-Ingar Akselsen, Jóhannis Joensen, Jan C. Dam, Hans á Lag ? Nicu Dogaru, Rúni Nolsøe, Rógvi Jacobsen, Hallur Danielsen ? Jón Rói Jacobsen, Andrew av Fløtum