Christopher Harrington er settur sum venjari hjá Betri kvinnum. Harumframt kemur hann eisini at virka sum høvuðsungdómsvenjarim skrvar HB.fo í dag. 32 ára gamli Christopher Harrington er úr Írlandi. Seinastu mánaðarnar hevur hann verið venjari hjá B71. Áðrenn hann endaði í Føroyum, var venjari í Íslandi.
– HB er mest vinnandi felagið i Føroyum. At gerast ein partur av hesum, og byggja víðari uppá hetta, er nakað sum tiltalar meg. Her eru nógv góð fólk virkin í felagnum. Fólk sum hava somu virðir og prinsippir sum eg, um hvussu eitt felag skal rekast, sigur Christopher um eina av orsøkunum til at hann nú hevur tikið við starvinum í HB.
Hann verður bæði venjari hjá Betri kvinnum og høvðusungdómsvenjari.
– Hjá kvinnum ynski eg at skapa eitt umhvørvi, har allar trívast. Hetta skal gerast við hørðum arbeiði, samstundis sum at vit skulu hava tað stuttligt. Í ungdómsdeildini vil eg framhaldandi menna leikarar, sum skulu spæla á bestu liðum felagsins. Men týdningarmest er at menna menniskju. Menniskju sum skulu gerast ein aktivur partur av felagsskapinum HB í fleiri ár, sigur Christopher Harrington við heimasíðuna hjá HB.
Formaðurin í ungdómsnevndini, Gisli Sveinbjörnsson, sigur at hetta er ein spennandi venjari at fáa í felagið:
– Hann er ein hart arbeiðandi, erligur og dugnaligur venjari, sum hugsar eitt sindur ørvísi í mun til tað sum vit eru von við í HB. Hann vil menna allar leikarar sum eru í felagskapinum. Hann hugsar um liðið fram um einstaklingar.
Sáttmálin við Christopher er galdandi til og við kappingarárið 2021.