Tá ið tað mest galt um hjá bæði HB og B68, vóru tað toftamenninir, sum dumpaðu við einum braki, meðan HB stóð royndina við einum glansi.
B68 hevði í viðførinum í Gundadal sjey sigrar á rað, sum fyrst og fremst vóru vunnir, tí liðið hevði víst sannførandi, hugflogsríkt og álopskent miðvallarspæl.
HB syrgdi fyri, at B68 ætlanirnar við støði í nógvum teimum undanfarnu umførunum hesa ferð duttu sundur, og so høvdu gestirnir av Skálafjørðinum einki at bjóða uppá. Tá ið Birgir Sondum bríkslaði fyri síðstu ferð, kundi staðfestast, at B68 onga roynd hevði havt á HB málið burtursæð frá í 2. minutti, tá ið Jóhan Petur Poulsen sneiddi framvið annars arbeiðsleysa Bárði Johannesen, men vinkulin úr høgru gjørdist spískur, og skotroyndin var lættliga bjargað frammanfyri fremra stólpan.
HB hevði gjørt heimaarbeiðið. Í ásannan av at teir í útgangsstøðuni neyvan kundu spæla upp ímóti landsliðsmonnunum á B68 miðvøllinum, royndu teir ? og tað eydnaðist væl ? at spæla uttan um og serliga upp um sentralu mótstøðumenninar. Rógvi Jacobsen og Tór?Ingar Akselsen høvdu sum fremstu HB menninir tyngdina, sum skuldi til, og sum B68 álopið bara hevði ein farra av síðstu løtuna, tá ið Øssur Jacobsen var komin á vøllin. Rógvi og Tór?Ingar megnaðu at temja, varðveita, draga, seta ferð á og at sleppa bóltinum akkurát, tá ið tað skuldi gerast. Á verjukendu miðvallarplássunum vóru Martin Christensen og Kári Nielsen bylgjabrótarar, meðan Nicu Dogaru og serliga Rúni Nolsøe støðugt lógu framvið at stuðla álopsmonnunum, eftir at langar sendingar vórðu lagdar, og hetta hevði fleiri ferðir við sær, at B68 verjan, sum annars hevur verið sum kletturin nógvu tær undanfarnu ferðirnar, tóktist kroyst, og Hans Fróði Hansen var ikki so sannførandi, sum hann hevur verið størsta partin av árinum.
Tvær deyðbóltsstøður vóru upprunin til tey bæði HB málini, og álopsparið Tór?Ingar Akselsen og Rógvi Jacobsen vóru báðu ferðirnar rættuliga sentralir. Tað fyrra stútaði Rógvi Jacobsen, tá ið eitt korter var farið. Frísparksroynd frá Tór?Ingar úr vinstru varð blokerað til horna í høgru, Tór?Ingar sendi innfyri, og Rógvi stútaði mitt fyri málinum í bleytum boga mitt í málið. Støðan var rættuliga átøk henni, tá ið Jann Ingi Petersen hjá B68 mánakvøldið skoraði ímóti NSÍ. Støðan tóktist lítið vandamikil, men bólturin slapp at sigla í málið, tí Albert Sævarsson var so óheppin at missa fótafestið.
Tór?Ingar Akselsen skoraði seinna málið, tá ið ein tími var farin. B68 verjan var heilt óskipað, tá ið Rógvi Jacobsen skundaði sær at tveita innkast nakrar metrar frammanfyri miðstrikuna í høgru. Tór?Ingar Akselsen megnaði at halda Hans Fróða Hansen aftanfyri seg, og tá ið Albert Sævarsson kom út ímóti, megnaði hann bara at taka ferðina eitt sindur av bóltinum, sum stiklaði inn um málstrikuna, og harvið var tað greitt, at øll stigini fóru at verða eftir í Gundadali.
Ongantíð undir trýsti
Fleiri ferðir fyrr í summar hevur verið eyðsæð, at dygdirnar í framrættaða spælinum hjá HB hava verið størri, enn tær hava verið í verjupartinum. Uppskriftin hjá B68 átti at havt verið at leggja trýst á aftastu HB ketuna, sum er mannað við ikki skjótastu spælarunum, men sum oftast hevur staðið seg, tí har eru tryggir bóltspælarar, sum hava nógvar royndir.
B68 megnaði so at siga ongantíð at kroysta Jan C. Dam og hinar í HB verjuni. Teir vóru avgjørdir og sparkaðu langt, um ein ráki av trýsti kendist. Fremstu B68 menninir høvdu ikki stóra tyngd, teir fingu sjáldan tak á støðuni, og miðvallararnir náddu sjáldan fram at stuðla teimum.
Sammett við eitt nú ímóti FS Vágum og NSÍ var B68 spælið ein skuggi av sær sjálvum. Fyrsta tíman megnaðu teir ikki so sjáldan at finna hvønn annan, men teir høvdu ikki framdriftina, hugflogið og tyngdina, sum teir áður hava havt. HB spælararnir útstrálaðu størri vilja og vunnu flestu nærdystirnar, og tá ið Øssur Hansen eftir ellivu minuttir í 2. hálvleiki noyddist at taka seg av válinum, tí lærkrikin argaði, og HB tríggjar minuttir seinni hevði økt til 2?0, var spenningurin burtur.
HB hevði longu tríggjar minuttir undan steðginum havt gyltan møguleika at økja til 2?0. B68 verjukiks hevði við sær, at Tór?Ingar Akselsne kom ígjøgnum og varð feldur, men Albert Sævarsson bjargaði flata brotssparkinum hjá Rógva Jacobsen. Eftir 2?0 málið hevði HB fullkomuliga tamarhald á støðuni. B68 royndi at spenna álopsbogan, og tað kostaði í eftiransingunum, uttan at álopsparturin fekk størri tyngd. HB broderaði, og í snarálopum kundu teir havt skorað bæði tvey og trý mál afturat. Men fleiri ferðir duttu teir í rangstøðufelluna, og onkra ferðina bjargaði Albert Sævarsson rættuliga væl.
Men tað mundu HB?ararnir á og kring vøllin einki hava ímóti. Teir høvdu sett B68 miðvøllin út av spælinum, teir høvdu góðar spælarar í fremstu røð, sum megnaðu tað, ið tað er rímuligt at rokna við, at álopsspælarar gera, B68 hevði ongantíð megnað at lagt trýst á HB verjuna, og tí var 2?0 heimasigurin væl og virðiliga uppiborin.
Dysturin í tølum
HB?B68 2?0 (1?0)
1?0: Rógvi Jacobsen 15.
2?0: Tór?Ingar Akselsen 60.
Dómari: Birgir Sondum
HB: Bárður Johannesen ? Hallur Danielsen, Jan C. Dam, Símun Eliasen, Janus M. Joensen ? Kári Nielsen (Bjarni Jørgensen, 79.), Rúni Nolsøe, Martin Christiansen, Nicu Dogaru (Rókur Jespersen, 86.) ? Tór?Ingar Akselsen, Rógvi Jacobsen
Gult kort: Martin Christensen 90.
B68: Albert Sævarsson ? Dánial Hansen, Hans Fróði Hansen, Arnbjørn Danielsen, Jákup Eli Olsen ? Bogi Petersen (Øssur Jacobsen, 74.), Jann Ingi Petersen, Fróði Benjaminsen, Øssur Hansen (Mannbjørn Nesá, 57.) ? John Heri Dam, Jóhan Petur Poulsen (Jákup Djurhuus, 84.)
Gult kort: Jann Ingi Petersen 21., Fróði Benjaminsen 23.