HB hevði gott flog í Vágum

Ejvind R. Mouritsen var fyri fyrstu ferð tvífaldur málskjútti, tá ið HB styrkti um sína støðu í toppinum

Tað gongur sum smurt hjá HB. Í kvøld var HB í Sørvági, og har vóru tað ikki stórvegis trupulleikar at vinna sannførandi 3-0 sigur. Hetta var sætti sigurin í sjey dystum. HB hevur bara tapt á útivølli ímóti Víkingi, og HB er við 18 stigum klárt næstfremst og besta boðið at vera felagið, sum kann fara at bjóða Víkingi av í kappingini um oddasessin og FM heitið.

 

Hjá 07 Vestur hevur tað verið upp og niður. Í síðstu viku var talan um skelkandi 5-0 tap í steypadystinum á útivølli ímóti EB/Streymi.

 

At fimm mál fara ígjøgnum ber boð um ikki sannførandi verjuspæl. Og soleiðis var tað eisini í kvøld.

 

Tað var dyggur smeitur fyri heimaliðið á Dungasandi, tá ið HB beinanvegin setti hol á. Bólturin varð spældur fram um heimaverjuna, og har rann HB vongverjin í høgru Mathias Voss seg leysan av verjuni og setti bóltin framvið málverjan Sebastian John.

 

Hetta bar sjálvsálit við sær millum HB spælararnar og serliga ungu menninar, sum av álvara hava tikið av, nú fleiri av teimum, ið vóru ætlaðir stórar leiklutir, eru skaddir.

 

Ein av teimum er Ejvind R. Mouritsen. Hann var eyðsýndur á sentrala miðvøllinum, har hann var saman við verjukenda Heðini Hansen og álopshugaða Hanusi Sørensen.

 

07 Vestur hevði bóltin viðhvørt, og 07 Vestur søkti ímóti HB málinum, men tað eydnaðist ongantíð at fáa bóltin framvið roynda og trygga Teiti Matras Gestsson í HB málinum.

 

Og so var tað lítla løtu undan steðginum, at HB skoraði og økti um munin til 2-0. Málskjútti var Ejvind R. Mouritsen, og aftur var talan um lítið sannførandi verjuspæl hjá heimaliðnum.

 

Hetta málið var heilt avgerandi. Í seinna hálvleiki gekk tað fyri seg eftir treytunum hjá HB.

 

Teir í 07 Vestur vóru noyddir at spenna álopsbogan alt meiri, sum seinni hálvleikur leið, og tá ið vanliga leiktíðin var farin, var tað HB, sum staðfesti trivaliga sigurin. Enn einaferð var tað Ejvind R. Mouritsen, sum skoraði. Ejvind hevði undan dystinum í Sørvági bara skorað tvey mál í bestu deildini. Fyrr í ár skoraði hann, tá ið HB vann 3-2 á heimavølli ímóti NSÍ, og so skoraði hann sambært FaroeSoccer eitt mál í 2022. Tað var eisini í Sørvági, tá ið HB vann 4-0.