HB hevur fingið fult og KÍ hevur einki fingið

Tað gongur ongan veg hjá klaksvíkingum at koma burturúr tøvingini, sum teir vóru plágaðir av í fjør. HB skinklaði í fjør, men nú gongur strúkandi hjá teimum

Annað umfarið í landskappingini í 1. deild var á skránni hósdagin. Í dag verður annað um farið í 2. deild á skránni. Tað venda vit aftur til týsdagin. Tvey umfør eru spæld í 3. deild. Vit hava einki gjørt burturúr 3. deild enn. Vit ætla at gera eitt sindur burturúr. Tað venda vit aftur til mitt í komandi viku.
Støðutalvan vísir, at HB er einasta felagið, sum hevur fingið fulla úrtøku burturúr tveimum teimum fyrstu umførunum. Støðutalvan vísir eisini, at KÍ hevur fingið soltnastu úrtøkuna. Tað er kanska ikki rætt at tosa um úrtøku hjá KÍ, tí teir hava einki stig fingið enn, og KÍ er aftast.
Bæði hjá HB og hjá KÍ gekk tað illa í fjør. Hvørki liðið var við í kappingini um heiðursmerkin i. Hesi bæði feløgini eru tey einastu, sum hava verið í bestu deildini øll árini, sum tað hevur verið kappast. Tey hava vunnið FM oftast, og tí var tað sjálvsagt ikki sambært tí, sum feløgini ynskja og ætla sær, tá tey í fjør komu so illa frá tí.
HB venjarin fór úr starvi síðsta heyst, men hann kom skjótt í aftur heita sessin. Har er hann framvegis, og tað gongur fínt. Um venjarin hevði havt verið skiftur út í fjør og ein annar venjari hevði havt ábyrgdina í ár, so hevði tað ivaleyst verið nevnt sum ein av orsøkunu m til, at gongdin er so nógv øðrvísi nú.
Í fjør ljóðaði fleiri ferðir, at Tomislav Sivic skuldi frá sum venjari hjá KÍ. Trýstið á venjaran var stórt í Klaksvík, og tað var illa dámt, at nevndin helt hondina yvir venjaranum. Sáttmálin við Tomislav Sivic varð ikki endurnýggjaður. Nýggjar leiðir skuldu roynast. Kurt Mørkøre tók á seg at standa á odda fyri liðnum, sum hann á vøllinum hevur vunn ið so nógvar sigrar fyri. Higartil hevur úrtøkan ikki verið góð. KÍ slapp ikki víðari úr bólkaumfarinum í steypakappingini, og KÍ hevur einki stig fingið í tveimum teimum fyrstu umførunum í landskappingini.
Kurt Mørkøre eigur stóra virðing fyri síni fótbóltsavrik millum klaksvíkingar og norðoyingar. Kreditturin er nevyan brúktur, og tað er komið fyri áður, at KÍ í sama kappingarári bæði hevur tapt á heimavølli ímóti B36 og á útivølli ímóti HB. Men tað er einki at siga til, at KÍ, Kurt og klaksvíkingar leingjast nógv eftir, at tað skal venda. Tað man vera langt síðani, at tað er komið fyri, at KÍ hevur verið niðast á støðutalvuni, og tað er enn ongantíð komið fyri, at teir hava verið aftastir, tá kappingarárið er lokið.
Um eina viku kemur TB til Klaksvíkar. Um KÍ ikki fær trý stig burturúr tí uppgerðini, so verður tað í hvussu so er rímuligt at tosa um kreppu. Sigur á TB fer at kennast um góður fløvi, men tað skal nógv til, at KÍ verður at finna har, sum teir fegnir vilja vera ? í kappingini um heiðursmerkini og Europa Cup plássini.

Flúgvandi HB
Í fjør stóð einki til, tá KÍ fór til Havnar at spæla ímóti HB. Klaksvíkingar vunnu ta ferðina 2?1. Tá bar til at staðfesta, at tað stóð uppaftur verri til hjá HB, enn tað gjørdi hjá KÍ.
HB stóð seg væl í bólkaumfarinum í steypakappingini í fjør. Men so gekk illa. Í ár stóðu teir seg væl í bólkaumfarinum, men síðani hevur gingið væl. Jan C. Dam ætlaði sær at trappa niður, tá hann í fjør fór av Toftum. Tað hava teir í HB ikki verið samdir við honum í, og botnurin í HB liðnum er nú ein trygg verja við sera nógvum royn dum. At verjan er trygg og góð hevur við sær, at Jón Rói Jacobsen kann brúkast frammi á vøllinum. Har eru hann Uni Arge og Andrew av Fløtum sera hvassir. Hvørki Uni ella Andrew vóru tøkir, tá tað í fjør gekk illa.

Nógvir ósvaraðir spurningar
Burtursæð frá at tað gongur strúkandi hjá HB, og at tað gongur illa hjá KÍ, hava úrslitini í teimum báðum fyrstu umførunum ikki boða frá nakrari eintýðugari gongd. B36 hevur ikki tapt, men teir síggja ivaleyst javnleikin á Skála sum meiri enn hálvan ósigur. VB kiksaði í fyrsta útidystinum ímóti TB. Nú vunnu teir á útivølli. EB/Streymur vann fyrst á heimavølli ímóti Skála, og so taptu teir ímóti VB.
TB sigurin á VB kundi boða frá, at tvørámenn eru sera væl fyri. Men stóra tapið ímóti B68 kundi bent á, at tað heldur vóru serligu viðurskiftini, sum altíð gera seg galdandi, tá VB og TB hittast, enn tað var so mikið sannførandi TB lið, at teir kundu gera, at B68 kom í trupulleikar.
Komandi vikuskifti verður spælt soleiðis: B68?EB/Streymur, KÍ?TB, B36?HB, GÍ?Skála og VB?NSÍ. KÍ er einsta liðið, sum ikki hevur fingið stig, og HB er einasta liðið, sum hevur fingið fult stigatal. GÍ og Skála hava ikki roynt at vinna, og B36 hevur ikki tapt í tveimum teimum fyrstu umførunum.
B36 hevur tapið í fjórðingsfinaluni at hevna ímóti grannunum, og í B36 vita teir eisini, at um HB vinnur, so er munurin upp til grannarnar vorðin alt ov stórur.