HB hevur fingið nýggjan málverja

HB hevur nú fingið sín varamann til Teit M. Gestsson

Jákup Højgaard er nýggjur málverji í HB og skal verða varamaður hjá Teiti M. Gestssyni. HB misti í vetur báðar eykamálverjarnar til tvey av grannafeløgunum. Bjarti V. Mørk fór til AB og Mattias Lamhauge til B36. Tí hevur HB leitað eftir einum varamanni til Teit M. Gestsson.

- Hann hevur vant við okkum seinastu vikurnar, og nú eru partarnir vornir samdir um at skriva sáttmála. Talan er um Jákup Højgaard, ið vardi málið hjá EB/Streymi í fjør, har hann spældi 10 dystir í Betri deildini, skrivar HB.fo.

##med2##

Jákup Højgaard er 25 ára gamal, og sleit tey fyrstu pørini av handskum hjá grannunum í B36. Umframt B36 og EB/Streym hevur Jákup Højgaard umboðað AB og Skála. Higartil er tað blivið til 27 dystir í bestu deildini, og 99 í næstbestu deildini, veit heimasíðan at siga um nýggja málverjan.

- Eg ætli mær at gera mítt fyri, at vit aftur koma heilt upp í toppin at spæla. Og so eri eg glaður fyri at gerast partur av einum góðum og professionellum hópi, har eg kann menna meg nógv, sigur hann. Eisini er tað lekkurt at vera komin heim aftur í Gundadal, sigur Jákup Højgaard við hb.fo.