HB hevur fingið nýggjan miðvallara

Ghanesiski Ibrahim Moro er ætlaður at vera við í kappingini um pláss á verjukenda miðvøllinum

Ein nýggjur útlendskur spælari legst nú aftrat í HB hópinum.

 

Talan er um 27 ára gamla Ibrahim Moro, vita góðar keldur í HB leguni at siga.

 

Hann er 179 cm høgur og ættaður úr Ghana.

 

Nýggi spælarin hevur áður spælt í einum donskum felag og í einum svenskum felag. Danska felagið er Silkeborg IF, har hann var frá í august 2016 og fram til januar 2019. Svenska felagið er AIK í Stokholm, har hann var frá 2012 og fram til 2015. Síðstu mánaðirnar hevur hann spælt í Bangladesh.

 

Nýggi HB miðvallarin er komin til Føroya, og loyvini eru komin upp á pláss.

 

Í HB halda teir seg ikki hava nóg góða kapping á verjukenda og sentrala miðvøllinum. Har er Heðin Hansen sjálvskrivaður. Fyrr í ár var hann skaddur, og tað órógvaði heilt nógv spælið. Nú vilja teir hava ein, sum m. a. er førur fyri at loysa av, um tað skuldi vísti seg, at Heðin Hansen ikki er tøkur.

 

Hósdagin fer HB at spæla landskappingardyst ímóti EB/Streymi í Hólmanum á Eiði.