Vágbingar vunnu 10. apríl í 3. umfarinum 1-0 á HB á Vágseiði. Síðani gekk leingi illa hjá VB, sum eftir fyrstu ellivu umførini hevði skorað seks mál. Nú hava teir í trimum umførum skorað níggju mál.
Allir vágbingarnir eru tøkir, og Dan Djurhuus, sum fyrstu ferð spældi við VB í 1996, fer sambært VB heimasíðuni í morgin at umboða felagið fyri 100. ferð í morgin. Hann hevur í seinastu fimm dystunum skorað fýra mál.
Í HB eru allir spælararnir tøkir uttan Jákup á Borg, sum er leikbannaður. Báðir venjararnir hava verið burturi í hesi vikuni. Heine Fernandez er á venjaraskeiði í Danmark, og hann verður ikki við í Vági. Hjálparvenjarin, Albert Ellefsen, hevur verið í Litava og hugt eftir Kaunas, sum HB skal spæla ímóti í Europa Cup á heimavølli 13. juli.
- Nú mugu vit í fyrstu atløgu gloyma altjóða luttøkuna og hava fokus á avbjóðingini í Vági. Vit taptu trý stig í mun til B36 í trettanda umfarinum, og eg rokni ikki við, at B36 fer at missa stig í vikuskiftinum. So vit hava knívin á barkanum undan ferðini til Vágs. Men vit hava gott mót, sigur HB liðformaðurin Rúni Nolsøe.
Tað er ikki á hvørjum ári, at HB tapir tveir landskappingardystir á rað. Síðst teir vóru úti fyri tí var í 2001. Tá taptu teir í 12. umfarinum 3-2 í Gøtu, og so taptu teir 19. august í 13. umfarinum 2-0 - í Vági!