HB hevur ræðisrættin á Heina Vatnsdal

Spælir Heini Vatnsdal í Føroyum í 2015, so hevur hann sáttmála við HB

Ein lítil fløkja hevur verið um Heina Vatnsdal seinastu dagarnar. Hann hevði upprunaliga sáttmála við HB fyri 2015, men miðvallarin bleiv loystur úr sáttmálanum, tí hann skuldi niður at lesa og spæla fótbólt.

 

Les eisini: Víkingur og FC Suðuroy eftir Heina Vatnsdal

 

Tað hevur fyribils víst seg at verið ein torfør uppgáva at finna eitt felag. Tí ljóðaði í vikuni, at fleiri føroysk feløg vístu áhuga fyri at fáa Heina fyri komandi kappingarár. Hesum undrast tey á í HB, tí hann bleiv bara loystur úr sáttmálanum, tí hann skuldi niður at spæla.

 

- Tað er rætt, at vit loystu hann úr sáttmálanum, men við tí treyt, at hann skuldi lesa uttanlands. Kemur hann aftur til Føroyar at spæla í ár, so má ein og hvør avtala koma gjøgnum okkum, tí so hevur hann sáttmála við okkum, sigur Finnbogi Arge, formaður í HB.

 

Tvey av feløgunum, sum hava verið eftir Heina, eru Víkingur og FC Suðuroy. Víkingur er beinleiðis kappingarneyti um FM, meðan HB betaldi hálvthundrað túsund krónur til FC Suðuroy fyri Heina í 2013.

 

Høvðusorsøkin til, at Heini bleiv loystur úr sáttmálan við HB var, at hann ikki hevði funnið sær eitt felag í Danmark stutt undan at flytingarvindeygað lat aftur. Sáttmálaleysir spælarar kunnu gera sáttmála, eftir at flytingarvindeyað er latið aftur.

 

Tí er líkt til, at um Heini Vatnsdal spælir í Føroyum, so verður tað í HB, um ikki onnur avtala verður gjørt við reyða og svarta felagið í Gundadali. Honum stendur framvegis frítt at finna eitt felag í Danmark. Tað hevur framvegis hægstu raðfesting.