HB hevur saknað átta spælarar

Fyrireikingarnar undan dystinum millum HB og B68 hava verið darvaðar av, at nógvir spælarar hava verið upptiknir á landsliðunum

Klokkan 16.30 verður fyrsta bríksl í Gundadali, har HB seinnapartin fær vitjan av B68. Ofta hevur tað fram ímóti kappingarenda verið meiri fokus á HB dystum, enn tað er á dystinum ímóti toftamonnum.

 

Við sigri í dag fer HB endaliga at tryggja sær pláss í Europa næsta summar, og í HB savna teir seg um at fáa fatur á silvurkrónunum og at vera væl fyri, nú endaspurturin í kappingini um løgmanssteypið nærkast.

 

HB venjingarnar seinastu tvær vikurnar hava verið uttan nógvar av teimum, sum plaga at vera fastir menn á liðnum. Teitur Matras Gestsson, René Shaki Joensen og Hørður H. Askham hava verið við A- landsliðnum og fýra spælarar hava verið upptiknir á U-21 landsliðnum – Bjarti Vitalis Mørk, Stefan Radosavljevic, Lukas G. Giessing og Áki D. Samuelsen.

 

Hørður H. Askham er leikbannaður í dag, Mads Bo Mikkelsen er skaddur, og tað er ivasamt, um Heðin Hansen er førur fyri at spæla. Hann hevur í fleiri vikur verið darvaður av vøddaskaða.

 

Tað bíðar B68 stór uppgáva í Gundadali seinnapartin. Fyrstu løtuna sá tað út, at tað fór at enda við stórum heimasigri, tá ið B68 9. mai var í Gundadali. Í fyrsta minutti var 1-0, tá ið B68 málverjin, sum tá var norski Erlend Jacobsen, varð skrásettur fyri at hava gjørt sjálvmál. Men tað komu ikki fleiri mál, og eftir dystarlok iðraðu toftamenn seg um, at teir ikki høvdu vunnið stig.

 

B68 er framvegis hótt at møguleikanum at flyta niður. Tað eru trý stig og betri málmunur aftur til ÍF.

 

Hjá B68 hava Áki Johannesen, Aleksandur Ó. Jensen og Steffan A. Løkin verið upptiknir av U-21 landsliðnum. 

 

HB sigur fer at bera trygd fyri europeiskum atgongumerki næsta summar við sær, og hjá B68 telur hvørt stig rætta vegin í kappingini at sleppa undan niðurflyting. Í dag er vongverjin og miðvallarin Tonni J. Thomsen leikbannaður, og Petur í Túni Petersen og Helgi Johannesen eru skaddir.

 

Tá ið HB í síðsta umfari undan summarsteðginum var á Svangaskarði, endaði tað við 6-0 sigri til gestirnar.