Í HB hevur tað mangan verið tikið til, at útidysturin í Vági er truplasti dysturin á árinum. Havnarmenninir vunnu 2-1 í Vági í 1991, men so gingu tað tólv ár, inntil tað í 2003 aftur eydnaðist at vinna á Eiðinum, tá ið HB vann 3-2, og í fjør vunn greipavinnarnir 2-0.
Ongar broytingar
Vágbingar eru svangir eftir stigum undan dystinum móti havnarliðnum sunnudagin. Tvey tey fyrstu umførini hevur samlaða úrslitið bert verið tað eina stigið, sum teir fingu í Klaksvík seinasta sunnudag, tá ið teir leiktu javnleik 1-1.
Í Klaksvík vóru vágbingar rættuliga óhepnir at fáa øll trý stigini við sær suður aftur til Vágs, men klaksvíkingar fingu eitt rættuliga óneyðugt brotsspark stutt fyri leiklok, sum syrgdi fyri javnleikinum.
Hjá VB eru allir mans tøkir til dystin móti HB. Málverjin Bjarni Johansen hevur ligið sjúkur alla vikuna, men í Vági ivast tey ikki í, at hann verður klárur til dystin sunnudagin. Um so er, at Bjarni ikki verður klárur, verður tað helst Heini Jacobsen, ið skal loysa hann av í málinum.
Vágbingar siga, at tað er eingin ivi um, at teir fara eftir øllum trimum stigunum sunnudagin, men at tað verður trupult, tí at HB er altíð væl fyri, og seinnu árini hava havnarmenninir staðið seg væl í Vági.
HB fer til Vágs við sama fólkinum, sum fekk togað ein 2-1 sigur móti NSÍ í hús seinasta sunnudag. Nakrir leikarar eru framvegis skaddir, og eingi útlit er fyri, at nakar av teimum verður við aftur næstu dystirnar.
Vagnur Mohr Mortensen er tó farin at renna, og í HB rokna teir við, at tað gongur ikki so ræðuliga drúgv tíð, áðrenn hann aftur er í hópinum.
Spurningurin er so, hvussu HB fer at skipa liðið til dystin sunnudagin. Í fyrsta dystinum var Páll Mohr Joensen at kalla einsamallur framherji, men í dystinum móti NSÍ seinasta sunnudag vóru tað teir báðir, Jákup á Borg og Tór-Ingar Akselsen, ið myndaðu HB-álopið.