HB hølvaði toftamenn av

Mikkel Dahl var tvífaldur málskjútti, og toppskjúttin hevur nú skorað eitt mál í miðal í hvørjum landskappingardysti

Kanska var hetta ikki dysturin, sum toftamenn roknaðu við fór at vera tann, har teir fóru at vinna stig ella stigini, sum skulu til, um teir skulu bjarga sær undan at sleppa undan niðurflyting.

 

HB avrikið var sera sannførandi, og HB spælararnir vístu, at teir eru fult fokuseraðir at kappast um silvurplássið í landskappingini, og at teir ætla sær aftur í ár at vinna steypakappingina. Toftamenn høvdu sera ilt við at verja, og tað kom mest sum ikki fyri, at gestirnir á Tórsvølli vóru í vandamiklari støðu.

 

HB hevði alla tíðina stóra leikliga yvirvág. Tað var rætt HB snitt yvir spælinum, og tá ið tað síðsta korterið undan steðginum innan fimm minuttir eydnaðist at skora trý mál, vórðu tvey skorað eftir upppspæl heilt inn í málteigin, og í triðja førinum var tað brotsspark.

 

Toppskjúttin Mikkel Dahl setti hol á, og álopsfelagin hjá honum, Jákup L. Thomsen økti minuttin eftir um munin til 2-0. Og tríggjar minuttir seinni var tað Daniel Johansen, sum umsetti brotsspark til mál.

 

Eftir steðgin hevði HB nógvar málmøguleikar, og tað eydnaðist at skora tvey mál aftrat, so sigurin var 5-0. Michal Przybylski økti um munin til 4-0 eftir sending frá Daniel Johansen, og Mikkel Dahl varð tvífaldur málskjútti, tá ið hann eftir sending frá Jákupi L. Thomsen skoraði til 5-0.

 

Úrslitið ber við sær, at HB hevur 52 stig, og at B68 hevur 19 stig. HB hevur framvegis møguleika at vinna silvurkrónurnar, meðan B68 framvegis hevur hóttanina av niðurflyting hangandi yvir sær.