HB kann rýma

Sleppur HB úr Sarpugerði við einum stigi, eru teir í øllum føurm vísir í heitinum summarmeistarar, hóast tað tá er eitt umfar eftir til summarsteðgin. Og í botninum er um at verða sannleikans tími

Tað er kanska langt ífrá altíð so, at tað liðið, sum er á odda í hálvleikinum, eisini vinnur dystin. Men hinvegin er tað heldur ikki nakað vánaligt útgangsstøði at vera á odda.

Og hóast tað enn er langt á mál til 27. og seinasta umfar í Vodafone-deildini, so er eingin ivi um, at tey í HB fegnast um góðu støðuna, sum lið teirra hevur vunnið seg í.

Sigurin á NSÍ mikukvøldið skrykti HB fullkomuliga leyst av argastu kappingarneytunum, og sunnudagin hava teir aftur møguleikan at gera ein vørr. Hesa ferð er talan um útidyst í Sarpugerði, har Víkingur sjáldan er serliga lætt at syfta, og har HB longu hevur tapt eina ferð í ár.

Og sæð burtur frá heimatapinum móti EB/Streymi, so hava Víkingarnir verið sera stinnir í egnari borg. At teir so hálvsnávaðu í Sørvági mikukvøldið, ger teir um gjørligt enn meira uppsettar, so talan tykist eftir øllum at døma at verða um satt oddabrak í Sarpugerði.


Sannleikans tími

Er talan um enn eitt brak í oddinum, so er talan so sanniliga um sannleikans tíma hjá teimum báðum liðunum, sum eru undir niðurflytingarstrikuni.

KÍ eigur enn fyrsta sigurin til góðar, og hesa ferð gongur leiðin suður til høvuðsstaðin og AB, sum tykist vera steðgað fullkomuliga upp seinastu dystirnar. Sambært egnum málsetningi, so skulu klaksvíkingar hava trý stig burtur úr uppgerðini, men samstundis er talan ivaleyst um eina uppgerð, sum argjamenn síggja sum gyltan møguleika til longu nú at konsolidera sína tilveru í deildini.

Og í Gundadali vitjar 07 Vestur hjá B36, sum var flúgvandi fyrstu umførini, men sum varð skotið niður av júst 07 Vestur, tá liðini møttust fyri níggju umførum síðani. Síðani hetta hevur hvørgin teirra vunnið, og tí eru liðini serstakliga svang eftir sigrum nú.

Enn er kappingin ikki komin hálvan veg, og tí er sjálvandi trupult at gera tær heilt stóru staðfestingarnar. Men tað er eingin ivi um, at endar tað við heimasigri í bæði Havn og á Argjum, so verður tað meira enn trupult at síggja, hvussu KÍ og 07 Vestur skulu klintra upp um niðurflytingarstrikuna.


Meistarar á stevnu

Seinastu báðir dystirnir eru í Runavík og á Toftum.

Leygardagin er stevnudystur í Runavík, har meistararnir tey bæði seinastu árini hittast. Tað skuldi undir vanligum umstøðum verið eitt brak, og tað kann eisini væl verða ein framúr góður fótbóltsdystir. Men formkurvan hjá EB/Streymi hevur borið við sær, at teir í løtuni als ikki kunnu roknast millum FM-kandidatarnar.

Tað feltið er B68 hinvegin í ferð við at sníkja seg inní. Seinastu átta umførini hava toftamamenn ikki tapt, og fáa teir aftur trý stig, nú ÍF kemur á vitjan, fer tað av álvara at líkjast einum heilt lýggjum summari fyri teirra viðkomandi.