HB klárar ikki at fylla dómaraseðilin

Í gjár hevði HB bara fýra spælarar á bonkinum, tí so nógvir eru skaddir

HB hevur óiva longsta skaðalistan í Effodeildini í ár. Til dystin í gjár vóru bara fýra spælarar á bonkinum, og tá kundi tann eini slett ikki spæla. Tað eru pláss fyri fimm.

 

Símun Samuelsen, Christian R. Mouritsen, Gunnar Haraldsen, Tróndur Jensen og Heini Vatnsdal eru allir skaddir, umframt at Fróði Benjaminsen var leikbannaður.

 

Eisini René Shaki Joensen hevur trupulleikar og er skaddur, hóast hann var á bonkinum. Hann verður tó allarhelst tøkur til dystin um vikuskiftið móti Skála.

 

Símun Samuelsen úti í minst 5 vikur

 

Símun Samuelsen hevur havt trupulleikar av hælsinuni í næstan eitt ár. Fyrr í hesum kappingarárinum var hann aftur á vøllinum, men tað var sjónligt, at hann ikki var komin heilt fyri seg. Nú hevur Símun verið í Danmark og leita sær hjálp.

 

- Status er, at eg nú skal undir viðgerð í tríggjar vikur. Ímeðan eg eri í viðgerð, kann eg bert súkkla og svimja. Eftir tríggjar vikur kann eg, um alt hevur gingið sum tað eigur, byrja at venja við bólti aftur, sigur Símun Samuelsen, sum hevur drigist við skaða í gott væl eitt ár nú.

 

Heldur ikki Christian R. Mouritsen spælir aftur fyribils. Hann er skaddur í fótinum og tað er óvist nær hann verur tøkur aftur. Triði maðurin, sum ikki kemur fyri seg er Gunnar Haraldsen, sum var fastur maður í miðverjuni í fjør. Hann er skaddur í lærkrikanum og fyribils bendir einki á, at hann verður tøkur aftur í næstum.

 

Heini Vatnsdal verður sum skilst tøkur aftur skjótt, meðan skaðin hjá Tróndi Jensen, sum hann fekk í ólavsøkudystinum móti B68, fyribils ikki sær so álvarsligur út, men talan verður helst um nakar vikur áðrenn miðvallarin spælir aftur.

 

HB tapti í gjár óvæntað fyri AB í Gundadali, og hevur ikki liva upp til favoritt leiklutin í landskappingini higartil. Teir eru sjey stig aftanfyri B36.