Heimasíðan hjá HB skrivar, at upp í 18 kvinnur hava verið til venjingar okkurt kvøldið. Tað eru tvey ár liðin, síðani HB tók sítt lið úr kappingini orsaka av ov lítlari undirtøku, men nú er støðan betur, verður sagt. Andras K. Thomassen er venjari hjá HB-kvinnunum. Fyrsta styrkisroyndi hjá HB-kvinnunum verður 13. apríl, tá ið tær spæla steypadyst ímóti AB.