HB-kvinnurnar føroyameistarar

Fótbóltur: Við einum teprum 2-1 sigri á VB leygardagin, eydnaðist tað kvinnunum hjá HB at tryggja sær føroyameistaraheitið longu í triðseinasta leikumfari

Óvanliga nógv fólk høvdu leitað sær niðan í Gundadal seinnapartin leygardagin at hyggja eftir kvinnudystinum millum HB og VB. Undan dystinum var greitt, at eydnaðist tað HB at vinna á VB, so vóru tær føroyameistarar 1999. Millum áskoðararnar vóru eisini kvinnurnar hjá B36, sum royndu at eggja vágskvinnum til sigurs, so at B36 kundi varðveita møguleikan fyri at verja føroyameistaraheitið, men eisini nógv onnur kend fótbóltsandlit vóru at síggja.


Metskjótt mál

Heimaliðið fekk eisini eina dreymabyrjan. Dysturin var júst bríkslaður í gongd, tá ið hann endar afturi í verjuni hjá VB, har ein av verjuleikurunum skallar bóltin aftur til málverjan, sum tíverri fyri vágskvinnur missur bóltin millum beinini, og har var kviki áleyparin hjá HB, Vivian Thorleifsson, sum eitt fok og trillaði bóltin í tóma málið. Onkur, ið var skjótur at hyggja at klokkuni, segði, at tað vóru einans leikt 17 sekund, so talan var helst um eitt metskjótt mál í Gundadali.

Nú gekk ein løta, har bæði liðini vóru nógv í álopi, men ongantíð av álvara settu málverjarnar upp á tær stóru royndirnar. Kanska hevði VB betra takið á miðvøllinum, har havnarliðið av álvara saknaði liðskiparan, Eyðvør úr Dímun, sum var flutt upp í álopið. Ikki tí, tað eydnaðist HB um miðjan fyrra hálvleik at økja um leiðsluna. Eitt gott innlegg bleiv sent úr høgra borði inn í brotsteigin hjá VB, har Eyðvør úr Dímun við nærmastu stong við høvdinum fekk snittað bóltin víðari til Vivian Thorleifsson við handaru stong, og Vivian hevði lætt við at seta bóltin í netið til 2-0.

Gestirnir úr Vági stríddust tó framhaldandi, og tað var ikki óuppiborið, at tær fingu minkað um munin til 2-1, tá ið ikki so long tíð var eftir av fyrra hálvleiki. Liðið úr Vági royndist væl, og serliga vóru tað Rini Mørk á aftasta plássinum, og so tær báðar Halltóra Joensen og Rannvá Augustinussen í álopinum, sum stóðu sterkar í myndini. Tann seinast nevnda var eisini málskjútti hjá VB. Ein bóltur bleiv spældur millum vinir og fíggindar í verjuni hjá HB, har hann endaði hjá Rannvá Augustinussen, sum einsamøll við Anniku Hansen í málinum hjá HB, uttan trupulleikar fekk skorað og harvið spenning aftur í dystin.

Venjarin hjá staðfesti eisini, at tað gekk ov striltið við at fáa skil á miðjuni hjá HB, og hon sá seg tískil noydda til at fáa Eyðvør úr Dímun flutta aftur á miðjuna og lata Anniku Godtfred fara fram í álopið.

Hetta vísti seg at geva miðjuni hjá heimaliðnum meiri tyngd, og hóast heimaliðið einans var á odda við einum máli, tá ið farið var til hálvleiks, so hevði man varhugan av, at VB fór ikki at megna at koppa oddaliðnum.


Bíðaðu eftir klokkuni

Sum seinni hálvleikur leið, tóktist tað næstan sum um, at bæði liðini bara bíðaðu eftir, at dómarin skuldi bríksla dystin av. Kvinnurnar hjá HB vóru nøgdar við bara at vinna, tí tað var nóg mikið hjá teimum, og vágskvinnur tóktust ikki at vænta sær tað stóra burturúr dystinum.

Onkrar royndir vóru tó á bæði málini, og einaferð var um reppið, at VB fekk javnað, men komin inn um verjuna hjá HB, fekk annar av áleyparunum hjá VB ikki tamarhald á bóltinum, sum ístaðin rullaði út til málspark. Í hinum endanum hevði Annika Godtfred eina naska roynd, tá hon skeyt eitt fríspark, sum kíndi tvørstongina.

Annars gekk spælið í seinna hálvleiki rættuliga javnt á, men ikki vóru nógvir málmøguleikar. Ein av orsøkunum til hetta var uttan iva tann, at bæði liðini høvdu sera stinnar leikarar á aftasta plássinum, sum vóru óførir til at rudda upp. Á heimaliðnum tók Liljan av Fløtum Jespersen sær av tí, sum nærkaðist málinum hjá HB, meðan Rini Mørk stóð fyri somu uppgávu í hinum endanum av vøllinum.

Tá ið dómarin, Jógvan Næs bríkslaði dystin av, var stór frøði á leikarunum hjá HB, sum hálsfevndust á miðjum vølli, meðan kvinnurnar hjá VB kanska vóru eitt sindur í døpurhuga, tí tær ikki høvdu gjørt ein vørr og fingið í minsta lagi javnleik, sum tær høvdu møguleikan til at fáa.

Dysturin var so avgjørt ikki av teimum best leiktu kvinnudystunum, og tað var ikki sørt, at fleiri av teimum mongu áskoðarunum høvdu hug til hyggja niðan á Tórsvøll, har dystur samstundis var leiktur millum oldboys lið hjá Havnini og Klaksvik. Ein undirhaldandi oldboys-dystur, har tað so avgjørt var nóg mikið av tyngd á vøllinum!


Ovurfegin venjari

Eftir at kvinnudysturin var bríkslaður av, og tað var greitt, at HB hevði tryggjað sær føroyameistaraheitið hjá kvinnum, hittu vit venjaran hjá HB, Maluna Mohr, sum var eitt stórt smíl.

Malan helt eftir dystin, at tað var ikki ein av bestu dystunum, sum tær høvdu leikt í ár, men tað týdningarmiklasta hjá teimum var bara at vinna. Tað gjørdu tær, og tað hevði alt at siga.

Hetta er fyrsta árið, at Malan er venjari í vaksnamannadeildini, og hon er eisini fyrsti kvinnuligi venjarin í fyrstu deild í Føroyum. Tískil er tað einki minni enn eitt bragd at megna at stýra kvinnunum hjá HB til greipuna í sínum fyrsta ári sum venjari.

Liðið hjá HB er ógvuliga ungt, og bert tveir av leikarunum eru oman fyri 20 ár. Malan Mohr sigur, at genturnar hava vera raskar í ár, og tær hava vant heili fýra ferðir um vikuna, og tær fóru undir venjingina longu tíðliga í januar mánaða.

Sum vera man fegnaðist venjarin hjá nýklaktu føroyameistarunum eisini um, at so óvanliga nógvir áskoðarar komu til avgerandi dystin leygardagin, men hon legði samstundis aftrat, at eftir hennara tykki, so hava fjølmiðlarnir eina stóra ábyrgd av, at tað kemur so lítið fólk til kvinnufótbólt. Alt ov lítið verður gjørt burturúr kvinnufótbóltinum í fjølmiðlunum, og hetta er við til at drepa áhugan fyri kvinnufótbólti, heldur Malan Mohr.

Spurd, hvussu avrikið hjá HB fór at vera í teimum báðum seinastu leikumførunum, segði Malan, at har var einki at ivast í, at tær ætlaðu at prógva bæði ímóti B36 og KÍ, at tær eru tær bestu.

Sosialurin ynskir kvinnunum hjá HB hjartaliga tillukku við føroyameistaraheitinum.