HB hevur í dag leigað Hanus Sørensen úr danska Middelfart. U21-landsliðsspælarin hevur verið í Føroyum seinastu vikurnar og vant við HB, men ikki fyrr enn í dag kom glið á samráðingarnar.
Sum skilst, so hevur Middelfart ikki vilja leysgivið Hanus Sørensen, men nú eru partarnir komnir ásamt um ein leigusáttmála fram til í summar. Hanus Sørensen er uppvaksin í HB, men hevur fleiri av ungdómsárunum spælt við FC Midtjylland.
Hann hevur verið vongur, men seinastu árini hevur hann spælt á høgra bakki. Tað ger hann eisini á U21-landsliðnum. Hanus Sørensen var eisini eitt stutt skifti í fjør í HB, men skifti so til Middelfart.
Tað hevur ljóðað, at HB hevur leitað eftir einum miðvallara fyri Trónd Jensen, sum væntandi ikki spælir aftur í ár, tí hann hevur fingið ein álvarsligan knæskaða. Við Hanusi Sørensen er so ein spælari komin inn, men talan er ikki um “mann fyri mann” innskifting.