HB leingir við lyklaspælara

Betri deildin menn: HB hevur longt sáttmálan við ársins áleypara frá 2021

HB boðar í kvøld frá, at felagið hevur longt sáttmálan við Mikkel Dahl. Danski áleyparin hevur spælt við HB í fjør, í seinnu hálvu í 2020 og í 2021. Hann var í 2022 í íslendska Leiknir.

 

Mikkel Dahl bleiv valdur til ársins áleypara í 2021. Tað árið skoraði 27 mál í 27 dystum. Í fjør gekk ikki eins væl, men tað blivu hóast alt til 15 mál í landskappingini.

 

Danski áleyparin er rennisterkur og leggur nógvar kilometrar eftirsær í einum dysti. Hann hevur eisini ein eginleika koma til málmøguleikar, men tað knípur onkuntíð við at umseta til mál.

 

Nýggi venjarin hjá HB, italski Adolfo Sormani, hevur boðað frá at hann vil spæla álopskendan fótbólt við høgum trýsti. Til tað passar Mikkel Dahl á pappírinum væl til. Nýggi sáttmálin hjá Mikkel Dahl er galdandi fyri 2024.