HB leitar uttanlands eftir nýggjum venjara

Teir í Gundadali geva sær ta tíð, sum skal til fyri at finna nýggja venjaran

Í morgin er 10. januar, og tað er dagurin, tá ið tað er avrátt, at teir í HB fara til arbeiðis aftur, eftir at teir hava hildið jólafrí. Tá ið HB í hálvfinaluni í steypakappingini tapti ímóti NSÍ, var friður frá fótbólti í nakrar vikur, og so varð farið undir fyrireikingar til nýggja kappingarárið, tá ið styrkisvenjing var á skránni.

 

Í morgin verður farið á vøllin aftur, men enn er tað ikki greitt, hvør verður venjari í HB í 2022. Tá ið teir fóru í jólafrí, tóktist tað liggja í kortunum, at Kevin Schindler fór at halda fram í venjarastarvinum. Síðani er hetta broytt, og nú er tað nakað síðani, at tað varð greitt, at HB leitaði eftir nýggjum venjara.

 

Góðar keldur í felagnum siga, at teir hava verið í sambandi við onkrar útlendskar venjarar, og at tað er sannlíkt, at talan verður um útlendskan venjara.

 

HB hevur verið í sambandi við onkrar venjarar. Ein er íslendingurin Ólafur Kristjánsson, sum inntil í mai í fjør var venjari í Esbjerg. Hann hevur áður verið venjari í FC Nordsjælland og Randers í superliguni, og í Íslandi hevur hann verið venjari í Fram Reykjavík, Breiðablik og FH, har Gunnar Nielsen og Brandur Hendriksson Olsen vóru millum spælararnar.

 

Sáttmáli spurdist ikki burtur úr sambandinum við Ólaf Kristjánsson. Hóast tíðin tykist vera knøpp, nú tað av álvara verður farið undir fyrireikingarnar til nýggja kappingarárið, og fyrsti landskappingardysturin hjá HB verður leygardagin 5. mars á útivølli ímóti AB, so brúka teir í HB ta tiðina, sum skal til at finna rætta venjaran.

 

HB hevur samband við venjarar í Íslandi, Danmark og Svøríki.

 

Kevin Schindler hevur ikki útbúgvingina, sum krevst fyri at vera venjari á hægsta støði í Føroyum. Í fjør var Allan Dybczak, sum hevur útbúgvingina, undir liðini á Kevin Schindler, og danski Mikkel Richardt Mortensen var hjálparvenjari. Hvørgin teirra er upp á tal at vera venjari.

 

Í fjør var Símun Samuelsen venjari hjá næstbesta HB liðnum, sum endaði á fimta plássi í næstbestu deildini.