HB spældi fyrr í dag javnleik 2-2 móti norðurírsku meistarunum, Linfield FC á heimavølli í Gundadali.
Um dystin skrivaði Pætur Albinus m.a. á in.fo: - Føroyameistararnir fingu eina marrubyrjan, tí farin vóru bara 52 sekund av dystinum tá ið Andy Waterworth hevði lagt gestirnar á odda 1-0.
HB ressaðist tó so líðandi og var betra liðið. Tað eydnaðist eisini at javna til 1-1 við brotsparksmáli frá Adrian Justinussen smáar 10 minuttir fyri hálvleikssteðgin.
Eisini í seinna hálvleiki var HB omaná og hevði onkrar góðar møguleikar, men tað var Linfield, sum legði seg á odda 2-1 eftir eitt heldur bíligt brotsparksmál.
Hetta var í 88. minutti, og tað líktiskt nú einum HB-tapi, men minuttin eftir svaraði innskifti Pætur Petersen fyri HB og javnaði til 2-2.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Tróndur Arge segði frá teimum fýra málunum og dystarendanum.
2) Hoyr viðmerkjaran, Andrew av Fløtum taka saman um dystin. Andrew er nøgdur við, at HB bjargaði einum javnleiki, men staðfestir, at HB átti at tikið dystin til sín fyrimun nógv fyrr.
3) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjaran hjá HB, Heimir Guðjónsson sum er vónbrotin um, at liðið lat mál inn áðrenn ein minuttur var farin av dystinum. Heimir vil ikki úttala seg um brotssparkið hjá Linfield FC áðrenn hann hevur sæð tað á upptøku aftur.
4) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við David Healy, ið er høvuðsvenjari hjá Linfield FC. David Healy segði virðingarsamt, at hann hevði væntað ein 50-50 dyst, og hann heldur, at javnleikur er á einari leið. Hann viðurkennir, at HB hevði stórar málmøguleikar, men hann heldur eisini, at Linfield hevði tríggjar málmøguleikar sum kundu givið meira.
HB spælir returdyst móti Linfield FC á Windsor Park í Belfast klokkan 19.45, hóskvøldið 1. august.