B36-HB 1-3 (1-2)
Grannauppgerðir eru og hava altíð verið nakað serligt, og í so máta var dysturin millum B36 og HB hvítusunnuaftan einki undantak.
Talan er jú at kalla um tveir arvafíggindar, og tá so bæði eru stødd ovarlaga á stigatalvuni, gerst áhugin fyri dystinum sjálvsagt enn størri.
Hetta høvdu viðhaldsfólkini hjá báðum feløgum eisini skilt, og skýlini bæði vóru fylt á tremur, umframt at fitt av fólkið eisini var at síggja kring vøllin.
Laurbær effektin
Í nógv ár hevur verið tikið til, at árstalsfelagið í høvuðsstaðnum hevur eitt sonevnt HB-kompleks, og hóast ikki øll vilja vera við, at hetta er so, so kann man ikki annað enn geva teimum rætt eftir dystin leygardagin.
Tað var nevnliga rættuliga skjótt, at tað byrjaði at ganga galið á B36 liðinum, og hóast teir sum fráleið komu betri við, so lá tað alla tíðina í luftini, at HB skuldi fara avstað við øllum stigunum.
Dysturin var ikki meira enn tríggjar minuttir gamal, tá HB legði seg á odda. Jens Kristian misti bóltin á miðjuni, tá B36 var í ferð við at byrja eitt álop. Andrew á Fløtum fekk fatur á bóltinum, og sendi diagonalt fram til Pætur Dahl, sum púra einsamallur kundi leggja HB framum.
Annars var Pætur merkiliga leysur, tá møguleikin beyðst. B36 venjarin hevði helst ætlanir um at nýta tómrúmið aftan fyri framrættaða málskjúttan, tí hann hevði valt at hava Magna á Lakjuni høgrumegin í útgangsstøðnum, men hendan ætlanin vísti seg at geva baksláttur. Magni, sum eisini sjálvur er sra framrættaður var nevnliga langt síðani farin niðan á HB hálvuna, tá B36 misti bóltin, og tí hevði Pætur á leið ein fjórðings vøll fyri seg sjálvan.
B36 royndi eftir hetta at trýsta spælið niðan á HB hálvuna, og tá reyð/svørtu leikararnir beinanvegin fóru at hugsa meira um verjuskyldurnar, nú teir vóru á odda, lótu teir eisini B36 liðið koma longur niðan, og tá hálvleikurin var um at verða hálvrunin gav hetta úrslit. Eftir at B36 hevði leikt seg ígjøgnum høgrumegin, skallaði Magni í fyrstu atløgu framvíð málinum. Håkan Lundholm var tó fyrstur á returinum, og tá Magni fekk møguleikan aðru ferð sveik hann ikki, men skallaði í tóma málið.
Tá tað omanfyri verður skrivað laurbær-effektin, so hongur hetta saman við næsta HB-málinum. B36 hevði júst javnað, og neyvan høvdu teir fingið armarnar niður, fyrr enn HB aftur hevði togað seg framum. Eftir at hava givið bóltin upp, vann HB sær innkast í høgru síðu. B36 verjan var alt annað enn eftiransin, og sum Andrew av Fløtum er fyri í løtuni, skal hann ikki hava fleiri møguleikar av slíkum slag.
Kompleksið
Omanfyri er sonevnda HB-kompleksið nevnt, og tað sum eftir var fyrra hálvleiki undirstrikaðu B36 leikararnir alt ov týðiliga, hvat sipað verður til í hesum sambandi. Hóst teir vóru aftan fyri einum málið, høvdu vindin í ryggin og HB í stóran mun dúvaði upp á verjupartin, so legði B36 als ikki trýst á HB málið.
Kanska høvdu teir í útgagnsstøði tosað um at vera varnir við at loypa ov nógv á, men er ætlanin at vinna ein dyst, nyttar tað altso einki at bíða við at leggja trýst, til mótstøðuliðið er komið einar 10 metrar oman á egna hálvu.
Orsakað av hesum passiviteti frá hvíta høvuðsstaðarliðnum, gjørdust seinastu 25 minuttirnir av fyrra hálvleiki ein stór oyðimarkargongd. HB leikararnir trillaðu tolnir bóltin sínámillum, uttan at satsa alt ov nógv frameftir, og tí skaptu teir ikki teir stóru møguleikarnir hesa løtuna. At B36 ikki royndi at trýsta hevði í fyrstu atløgu við sær, at teir fingu alt ov fá høvi at seta nakað veruligt álop í gongd, og tá hetta endiliga eydnaðist, vóru álopsleikararnir alt ov einsamallir, soleiðis at HB verjan ikki hevði stórvegis trupulleikar at vinna bóltin av teimum.
Neyðloysn sum loysn
At HB megnaði somikið væl at halda bóltin í egnari røð komst eisini av, at Rói Árting aftur er at síggja á miðvøllinum. Tað sær kanska ikki út av so nógvum, tað sum hann ger, men hinvegin er hann so at siga alla tíðina spælbærur, og tað kemur at kalla ikki fyri, at hann hevur óneyðug bólttap á miðvøllinum. Harumframt eru hinir tríggir á miðvøllinum eisini leikarar við frálíkum fótbóltsevnum, og líkt er nú til, at tað, sum upprunaliga var ein neyðloysn, hevur loyst allar trupulleikar á HB liðnum.
Tað vóru nevnliga skaðarnir hjá teimum báðum rumensku leikarunum, sum viðførdu, at HB venjarin varð noyddur at umskipa liðið, og sum nýggju leikararnir spæla í løtuni, verður neyvan farið aftur til upprunaligu uppstillingina.
Símun sær út til at trívast sera væl í miðverjuni, har hann saman við Hans á Lag hevur tamarhald á tí allarmesta. Harumframt hevur hann nógv betri bóltførleika enn undangongumaðurin, Florin Miháescu, og er tí betri førur fyri at seta álop í gongd. At Símun varð fluttur aftur í verjuna, gav møguleikan til Pætur Dahl á vinstra miðvølli, og hendan hevur hann so sanniliga eisini tikið ímóti við opnum ørmum. Á miðvøllinum tykist Rói eisini at hóska nógv betri saman við Rúna, enn talan var um við Gigi, so samanumtikið kann tað gerast ógvuliga trupult hjá rumensku leikarunum at endurvinna sessir sínar á liðnum.
Ov verjukent
Tá HB mikukvøldið var vesturi í Vágunum, vóru mong sum hildu, at teir løgdu seg ov langt aftur á vøllin seinna umfarið, og har við buðu mótstøðuliðnum inn aftur í dystin.
Tað gekk tó væl ta ferðina, og tað gjørdi tað eisini móti B36, hóast tað eins væl kundi gingið galið. HB miðvøllurin er nevnliga best, tá liðið sleppur at stýra spælinum, og at teir gjørdust meira varnir í seinna hálvleiki viðførdi, at B36 fekk lagt eitt ávíst trýst á HB málið í pørtum av øðrum hálvleiki. Nakrir møguleikar spurdust eisini burturúr, men Piddi var ikki nóg neyvur, og Jákup drálaði og nógv, soleiðis at HB slapp við skrekkinum, tá mesti vandin var á ferð.
Í hinum endanum royndi HB at dúva upp á kontrabóltar, og hóast hetta onkuntíð viðførdi upptrekk til málmøguleikar, so skuldi eitt verjumistak til, áðrenn teir slógu sigurin fastan.
Herbert í Lon, sum ikki tykist serliga sannførandi í løtuni misti bóltin til Andrew, og so kundi HB taka eitt avrit av fyrsta málinum. Hesu ferð sendi Andrew bóltin til Bárð Mortansson, sum ósvikaliga trygt sendi bóltin framvið Trónda í málinum, og so var at kalla liðugt hjá B36.
Seinastu løtuna royndu teir at satsa. M.a. við at flyta Jens Kristian fram í álopið, men ov seint var, og ístaðin átti HB at økt um leiðsluna, tá Bárður valdi at skjóta, heldur enn at trilla yvirum til ein púra leysan Andrew av Fløtum.
Oddurin tódnar
Hóast tapið, so er B36 framvegis á ovastu rók í landskappingini, men spurningurin tykist í løtuni vera hvussu leingi?
Fyri framman hava teir tveir sera torførar útidystir, í Vági og í Gøtu, geva hesir ikki fulla úrtøku, er vandi fyri at grannarnir fyri norðan fara framum.
At døma eftir dystinum leygardagin er tó einki forgjørt í hesum. Seinastu dystirnar hevur nýggja HB-liðið prógvað, at teir í løtuni eru tað liðið í landinum, sum hevur besta samahangin í spælinum, og hava teir neyðuga hepnið, er als ikki ósannlíkt, at langtiðarætlan teirra fer at geva úrslit eini tvey ár fyrr enn væntað.
B36-HB 1-3 (1-2)
0-1: Pætur Dahl 3.
1-1: Magni á Lakjuni 20.
1-2: Andrew av Fløtum 21.
1-3: Bárður Mortansson 81.
Dómari: Lassin Isaksen
B36:
Tróndur Vatnhamar - Mikkjal Thomassen, Egil Zachariassen, Herbert í Lon Jacobsen - Magni á Lakjuni, Jan Guttesen, Ronnie Samuelsen, Jens Kristian Hansen, Dánjal Petur Johansen - Jákup á Borg, Håkan Lundholm
HB:
Bárður Johannesen - Jóhannis Joensen, Hans á Lag, Símun Eliasen, Janus Joensen - Hallur Danielsen, Rúni Nolsøe, Rói Árting, Pætur Dahl - Jón Rói Jacobsen, Andrew av Fløtum