HB møtir David Healy og Linfield FC í Europa League

Gamla málhetjan hjá Norðurírlandi er venjari hjá Linfield FC, ið tapti greitt móti Rosenborg í kvøld, og skal tí møta HB í Europa League undankappingini

Sum væntað so verður tað norðurírska liðið, Linfield FC sum á fimta sinni kemur á vitjan í Føroyum. Hesaferð fyri at spæla móti HB í øðrum umfari í Europa League undankappingini.

Linfield tapti samanlagt 0-6 móti Rosenborg, ið skal spæla móti banamonnunum hjá HB, HJK Helsinki, ið vann samanlagt 5-2 á HB í fyrsta undanumfarinum til Champions League.

Í kvøld tapti Linfield greitt 0-4 á Lerkendal leikvøllinum í Tróndheimi.

Høvuðsvenjari hjá Linfield er gamla málhetjan hjá norðurírska landsliðnum, David Healy sum skoraði 36 mál í 95 landsdystum. David Healy hevði altíð trupuleikar við at skora fyri felagsliðini hann spældi fyri, men hann skoraði altíð fyri Norðurírland. Tó skoraði David Healy ikki móti Føroyum.

Fyrri dysturin millum HB og Linfield verður á ovara vølli í Gundadali týskvøldið 23. juli. Seinni dysturin verður leiktur á Windsor Park í Belfast hóskvøldið 1. august.

Í 2012 spældi Linfield FC móti B36 í Champions League undankappingini. Báðir dystirnir endaðu við javnleiki 0-0. Linfield vann seg víðari aftaná brotssparkskapping í Gundadali frammanfyri 1.900 áskoðarum.

Í 2013 vann Linfield 2-0 á ÍF á Tórsvølli og 3-0 á Windsor Park í undankappingini til Europa League.

Í 2014 vann Linfield 2-1 á B36 á Tórsvølli í Europa League undankappingini. B36 megnaði javnleik 1-1 á WIndsor Park, men Linfield vann samanlagt 3-2.

Í 2015 vann Linfield 2-0 á NSÍ á Windsor Park, men tapti 3-4 móti NSÍ á Svangaskarði, og slapp víðari í Europa League undankappingini við einum samlaðum 5-4 sigri.

Linfield hevur sostatt havt tað strævið í tveimum førum í Føroyum, og so er at vóna, at tað aftur verður strævið hjá teimum í Gundadali móti HB týskvøldið 23. juli.