FÓTBÓLTUR
Framvegis er ikki til at siga, hvussu tað fer at spæla av í næstbestu mansdeildini í fótbólti, tá hon eina ferð endar í heyst. Til tað eru avrikini alt ov óstøðug og eingin favorittur hómast í havsbrúnni.
Fremstu kandidatarnir í løtuni, FC Hoyvík og TB, høvdu møguleikan at styrkja um sína støðu í oddanum í 10. umfari leygardagin, men bæði snávaðu, tá hoyvíkingar taptu og tvørámenn bert fingu javnleik. Heldur ikki B71 slapp undan at seta stig til.
Hinvegin hevur VB/Sumba nú aftur fingið fatur í rætta endanum, eftir at liðið bert hevði fingið eitt stig síðstu tríggjar dystirnar, og tað kann verða so skjótt, at VB/Sumba er við heilt har frammi.
NSÍ og Víkingur, sum ikki kunnu flyta upp allíkavæl, liggja oman fyri niðurflytingarstrikuna, meðan Skála og serliga MB stríðast í botninum.
Vunnu í minniluta
Dysturin í Gundadali var bara fimm minuttir gamal, tá Christian Restorff Mouritsen fekk reyða kortið fyri hevnissøku, og tí mátti HB spæla so at siga allan dystin við einum manni í minniluta. Hetta var tó ikki nóg mikið til at forða havnarfelagnum í at vinna dystin og oddasessin.
Steffan Frederiksberg gav annars unga Skála-liðnum góða byrjan, tá hann skoraði til 1-0, men í fyrra hálvleiki javnaði Rani Debes Christiansen við brotssparki, áðrenn hann í seinna hálvleiki staðfesti sigurin við einum góðum langskoti.
Rani kundi gjørt sigurin uppaftur tryggari, tá hann ímóti endanum aftur skjeyt brotsspark, men Eyðun Ryggshamar í Skála-málinum bjargaði. Ímóti endanum kundi Skála eisini komið afturíaftur, tí tvær ferðir stakk bólturin í stongina aftan fyri Marcin David…
Oddaliðið fall
Leygardagin hevði oddaliðið úr Hoyvík vitjan av teimum næstbestu hjá Víkingi, sum eina ferð fyrr hava vunnið á FC Hoyvík, og tað gjørdu teir aftur hesa ferð. Hetta eru teir einastu sigrar higartil hjá teimum ljósabláu.
Mitt í fyrra hálvleiki skoraði Per Gregersen til 1-0, og kundi Víkingur fara til hálvleiks við einari fult uppibornari leiðslu, tí liðið hevði verið klárt betri fyrstu 45 minuttirnar.
Eftir steðgin spenti FC Hoyvík seg út og vendi dystinum, men hóast greiða yvirvág í spæli og uppløgdum málmøguleikum, spurdist einki burturúr. Í staðin endaði eitt mótálop hjá Víkingi fimm minuttir fyri tíð við einum brotssparki, sum Bárður Hansen setti í kassan, og so var sigurin vísur.
Dramatiskur endi
TB, sum ikki hevur verið partur av bestu mansdeildini síðani 2005, er eitt av feløgunum, ið livir í vónini um aftur at koma upp millum tey bestu. Men ikki gongst heilt eftir vild – og tað gjørdi tað heldur ikki leygardagin.
Í dystinum í Runavík ímóti NSÍ vóru tað vertirnir, sum høvdu teir heldur betru kjansirnar fyri steðgin, men sum seinni hálvleikur leið, økti TB trýstið. Tó kom ikki hol á fyrr enn í 89. minutti, tá Petur Mortensen legði TB á odda 1-0 eftir sending frá Joseph Bassene.
Nú skuldi alt verið avgjørt, men NSÍ kastaði í einari desperatari roynd alt fram, og í triðja minutti av yvirtíðini spurdist eitt brotsspark burturúr, sum Øssur Dalbúð kundi seta inn, so dysturin fekk ein dramatiskan enda og altso endaði við javnleiki 1-1.
Jøvn miðjulið
B68 hevði vitjan á Svangaskarði av B71, men fyrsta hálva tíman vóru tað toftamenn, sum sótu á øllum. Áðrenn 10 minuttir vóru farnir, hevði umskúlaði miðverjin, Oddur Højgaard, sum nú er framherji, skorað til bæði 1-0 og 2-0.
Ikki fyrr enn síðsta korterið av fyrra hálvleiki raknaðu gestirnir við, og beint fyri hálvleik vísti Clayton Soares, at hann helst er ov góður til næstbestu deildina, tá hann minkaði um munin.
Tað var eisini hann, sum mitt í seinna hálvleiki javnaði fyri B71, sum nú hevði fingið fótin fyri seg og sat á tí mesta. Men hóast tað, so mundi javnleikurin vera eitt úrslit, ið samsvaraði væl við samanløgdu avrikini hjá liðunum.
Kundu vunnið meira
VB/Sumba hevur ikki júst havt eydnuna við sær í síðstuni, men dysturin í Miðvági var ein lítil vend, tí har vann VB/Sumba ein sannførandi sigur á MB, sum framvegis bara hevur fingið tvey stig.
Hartmann Hansen legði VB/Sumba á odda tíðliga í fyrra hálvleiki, og tá hálvur tími var spældur, økti Palli Augustinussen til 2-0. 10 minuttir inn í seinna hálvleik minkaði Jón Poulsen um munin, men mótbrekkan var tung hjá MB, sum um sama fekk ein mann útvístan.
Gestirnir høvdu nógvar møguleikar og fingu eisini tvey mál kolldømd, umframt at bæði lið raktu træverkið, men tað var ikki fyrr enn í yvirtíðini, at Henning Joensen kundi tryggja VB/Sumba sigurin og trý týdningarmikil stig, so liðið aftur er í nánd av oddanum.