Týskvøldið varð lutur kastaður um, hvørt tað skuldu verða B36 ella HB, sum skuldu spæla sunnudagin komandi. Hetta gjørdist neyðugt, tá fótbóltskappingin av misgávum varð løgd soleiðis, at bæði havnarfeløgini skuldu hava heimavøll samstundis. Og hóast roynt varð at broyta hetta, so vísti tað seg ikki at hjálpa stórvegis.
Í lutakastinum, sum gekk fyri seg í Utvarpinum týskvøldið, varð úrslitið so, at B36 og Skála spæla sunnudagin, og at HB og NSÍ spæla mánakvøldið