HB í oddin

Næstbesta liðið hjá HB vann tepurt móti botnliðinum, og eru nú einsamallir á odda í aðru deild

 

2. deild


Tað vóru toppur og botnur, sum hittust í Gøtu leygardagin, tá nýggja graslíkið fyri fyrstu ferð skuldi roynast í dysti.

Í spælinum var tó lítið, sum bendi á, at so var. HB hevði kanska betra spælið, men serliga í fyrra hálvleiki vóru tað gøtumenn, sum vóru vandamiklari. Einar tvær ferðir vóru menn at kalla leysir framman fyri málið, men báðu ferðirnar eydnaðist Kaj Leo Johannesen at bjarga við frálíkum fótparadum.

GÍ kom tó loksins á odda, tá Magnus Dalbø slapp at standa púra leysur eftir uppspæl og innlegg úr høgru. HB svaraði tó aftur eftir at kalla somu uppskrift. Bólturin varð sendir inn úr høgru, og eftir at Gunnar Mohr lat bóltin fara fram við sær, smekkaði Bogi Midjord til av brotsteigarmarkinum.

Í seinna hálvleiki eydnðiast havnarmonnunum at leggja seg á odda, tá samanspæl millum Jóhannis Færø og Eyðun Samuelsen endaði við, at tann fyrst nevndi kundi smekka í málið, emn stutt eftir javnaðu gøtumenn. Hetta hendi, tá HB verjan ikki fekk ruddað burtur, og alt endaði við, at Hans Erik Danielsen langaði bóltin í meskarnar.

Javnt gekk soleiðis á eina løtu, men tíggju minuttir fyri leiklok fall avgerðin. Eyðun Samuelsen er greiður toppskjútti hjá HB í ár, og tað var eisini hann, sum var maðurin aftan fyri avgerðina. Pætur Dam Jacobsen sendi innfyri úr høgru, og Eyðun legði seg skerflatan og fluktaði bóltin niður í nýggja svørðin og upp um málverjan.

Við sigrinum slapp HB sær upp á fremsta plássið, og spurningurin er so,um teir kunnu halda fast um sessin í summarsteðginum. Komandi vikuskiftið skulu teir til Fuglafjarðar, har ÍF eru svangir eftir stigum, eins og teir fegnir vilja hava ein væl eydnaða varmakeldu-stevnu.


GÍ-HB 2-3 (1-1)

1-0: Magnus Dalbø

1-1: Bogi Midjord

1-2: Jóhannis Færø

2-2: Hans Erik Danielsen

2-3: Eyðun Samuelsen