FÓTBÓLTUR
Av teimum liðunum, ið kunnu flyta úr 1. deild upp í Vodafonedeildina, sær bara B71 út til at vera á nøkulunda rættari kós í løtuni. Liðið byrjaði illa, men hevur spælt seg upp og tykist vera í góðum formi í løtuni.
Men B71 er tó bara á triðja plássi, aftan fyri næstbestu manningarnar hjá HB og B68, sum ikki síggja út til at standa nakað sum helst aftan fyri tey liðini, ið ætla sær upp millum 10 tey bestu í Føroyum.
Tosað hevur verið um vantandi dygd í 1. deild, og enn bendir ikki nógv á, at framgongdin er sjónsk. So at siga øll lið seta stig til her og har, og einki teirra líkist veruliga einum uppflytingarfavoritti, ið veruliga hevði staðið seg í Vodafonedeildini.
Tað jaliga við gongdini er tó, at eingin kann kenna seg tryggan og at oddaliðið kann verða skift út næstan hvørja viku, og tað kann henda eina ferð aftrat í annaðkvøld, tá júst B68 og HB hittast í toppdysti.
TB í evstu løtu
Hóast TB er elsta fótbóltsfelag í Føroyum, gongst ikki ordiliga eftir ætlan. Tað kom aftur til sjóndar, tá HB vitjaði á Sevmýri leygardagin, tí dysturin endaði við javnleiki, men HB var bara ein minutt frá sigrinum.
Johan Ejvind Restorff Mouritsen legði HB á odda mitt í fyrra hálvleiki, men stutt fyri steðgin javnaði Gilli Sørensen fyri TB til hálveiksstøðuna 1-1. Men HB svaraði aftur tíðliga í seinna hálvleiki, tá Mortan úr Hørg skoraði til 2-1.
Hetta sá leingi út til at gerast úrslitið, tí hóast TB royndi at trýsta og HB síðstu 10 minuttirnar spældi við einum manni í minniluta eftir útvísing, sá einki út til at skula broytast. Men fýra minuttir inn í yvirtíðina skoraði Hanus Mortensen fyri TB, sum sostatt megnaði at fáa javnleik 2-2 í evstu løtu.
B68 blívur við
Hevur B68 gjørt fleiri bilsin við sínum avrikum í Vodafonedeildini, so ger felagið ikki minni vart við seg við næstbesta liðnum, sum nú leingi hevur verið millum tey fremstu.
Heldur ikki skálamenn, sum royna at byggja upp av nýggjum við ungum og evnaríkum spælarum, fingu undir Mýruhjalla gjørt nakað við ta sannroynd, at flestu feløg í 1. deild skulu spæla væl, skulu tey gera nakað við B68.
Hesa ferð gjørdist talan um ein arbeiðssigur hjá toftamonnum, sum var tryggjaður við einum máli síðst í hvørjum hálvleiki. Fyrst skoraði Oddur Højgaard til 1-0 fyri steðgin, og stutt fyri dystarendaði tryggjaði Jonleif Højgaard sigurin við máli til 2-0.
Hóast javnt leikaði á, var sigurin ikki óuppiborin, tí teir hjá B68 vístu seg sum heild at vera vandamiklari enn heimaliðið.
B71 funnið kósina
Líkt er til, at B71 umsíður hevur funnið kósina og tí eisini líkist mest upplagda uppflytaranum. Hesa ferð varð tað staðfest við 4-1 sigri á FC Hoyvík, sum fyri trimum vikum síðani var oddalið, men nú datt niður á fimta pláss.
FC Hoyvík gjørdi tað ikki lættari fyri seg sjálvt, tí fyrst skoraði Clayton Soares við beinleiðis frísparki í fyrra hálvleiki og síðani gjørdu hoyvíkingar sjálvmál við einari afturlegging í tómt mál tíðliga í seinna hálvleiki.
Eftir hetta raknaði FC Hoyvík við eina løtu og fekk eitt mál, sum Jørgen Meitilberg skoraði, umframt at aðrir kjansir vóru.
Men so gekk ikki meira. Fyrst skoraði Símin Hansen til 3-1 við brotssparki, áðrenn innskifti Jónsvein Thomsen staðfesti sigurin við málinum til 4-1.
Sostatt sær bara út til at ganga ein veg hjá B71, meðan FC Hoyvík heldur hevur hug til at dragna í løtuni.
Fáir møguleikar
Í Sarpugerði tók næstbesta manningin hjá Víkingi ímóti VB/Sumba, sum átti at verið eitt av liðunum, ið stríddist um uppflytingina, men ikki sær út til at røkka heilt upp.
Víkingur liggur hinvegin beint oman fyri niðurflytingarstrikuna og arbeiðir fyribils mest við at varðveita liðið í næstubestu deildini.
Talan var um ein lítið áhugaverdan dyst, sum var sera javnur, men við rættiliga fáum málmøguleikum. Liðini høvdu hvør sín hálva kjans í part, og tí kundi tað illa enda øðrvísi, enn tað gjørdi: 0-0.
Málríkt við Løkin
Ólíka øðrvísi var í dystinum við Løkin, har NSÍ tók ímóti MB, tí ikki færri enn seks mál komu í hesum dystinum. Og fyri níggjundu ferð í ár gjørdist talan um tap til MB, ið liggur nógv tyngri í sjónum enn nakað av hinum 1. deildarliðunum.
Klæmint Olsen legði vertirnar á odda í fyrra hálvleiki, men John Poulsen fekk javnað, so hálvleiksstøðan var 1-1. Munurin hevði kanska ikki verið so stórur, men tað bleiv hann eftir stegðin, tá fyrst Sjúrður Jacobsen legði NSÍ á odda 2-1 og Árni Frederiksberg síðani økti til 3-1.
Tí munaði tað so lítið, at John Poulsen aftur var á blettinum fyri MB og minkaði til 3-2, tí NSÍ vísti seg at vera drúgvara liðið og fekk enntá eitt mál aftrat, sum Bergur Djurhuus skoraði til 4-2.