HB og NSÍ skiftu um pláss

Heimaliðið hevði bóltin meiri, men gestirnir kendu sína vitjunartíð. Tað var gjøgnumgangandi munurin í dystinum millum tey bæði liðini á næst- og triðfremsta plássinum, sum nú hava býtt um pláss á stigatalvuni

Undan dystinum spældi NSÍ fyri møguleikanum, um at leggja seg ájavnt í stigum við EB/Streym, meðan HB við trimum stigum kundi yvirhála NSÍ á øðrum plássi.
Bæði liðini máttu vera hvør sín týdningarmiklan leikara fyri uttan. Jens Martin Knudsen hjá NSÍ og Jákup á Borg hjá HB vóru báðir uttan fyri við leikbanni.
Dysturin var rættiliga lívligur og undirhaldandi, og hóast tað ikki altíð var tað allar fagrasta fótbóltsspæli, so hevði dysturin kortini neyðugu ferðina og dramatikkin, sum skal til fyri at skapa ein góðan dyst.

Tvær ferðir beinleiðis fríspark
Tað vóru gestirnir úr Havnini, sum løgdu seg á odda tíðliga í dystinum í Runavík. Tór-Ingar Akselsen og Rógvi Jacobsen vóru teir mest eyðsýndu HB-leikararnir í Runavík sunnudagin, og vóru teir eisini menninir aftan fyri fyrsta málið í dystinum.
Tór-Ingar gerst leysur niðri í vinstra borði, og hann leggur eitt lágt innlegg inn í brotsteigin, har Rógvi Jacobsen lættliga setir innaru síðu á og leggur lið sítt á odda.
Tað var tó ikki longi at HB slapp at liggja oman á, tí á leið eitt korter er spælt fær NSÍ fríspark úr 20 metra fjarstøðu.
Høgri bakkurin Brynjolvur Nielsen tekur sær at frísparkinum, og hann krúllar bóltin upp í nærmara málhorn, og so var brádliga javnleikur. Eitt flott mál frá Brynjolvi Nielsen!
Aftan á hetta fekk NSÍ meiri spæl, men teir høvdu sera trupult við at sleppa í gjøgnum stinnu HB-verjuna, har Vagnur M. Mortensen gekk á odda, og saman við Rasmusi Nolsøe helt hann Christian Høgna Jacobsen og Thomas Gormsen í ógvuliga stuttum tjóðri.
NSÍ hevði leikliga yvirvág til ein lítil hálvur tími var spældur. Kortini høvdu teir ikki megnað at spælt seg til teir uppløgdu málmøguleikarnar. HB hevði hinvegin havt ein rættiliga stóran kjans, tá Vagnur Mortensen ikki rakti góða frísparksinnleggið ordiligt frá Tór-Ingar Akselsen.
Men so var tað, at HB fekk fríspark nakrar metrar uttan fyri brotsteigin. Til slíkar uppgávur eigur HB ein góðan mann, um ikki tann besta í landinum. Rasmus Nolsøe lyfti bóltin beint upp um múrin og bólturin smeig sær inn í málið dygst niðri við nærmaru stong. Eitt serstakliga flott frísparksmál frá Rasmus Nolsøe!

Tvey reyð kort
Seinni hálvleikur gjørdist ikki eins undirhaldandi sum fyrri.
HB byrjaði annars bragdliga við tveimum atsóknum at málinum, men hvørki Tór-Ingar Akselsen ella Rókur av Fløtum Jespersen vóru nóg neyvir.
Tað var Óli Hansen heldur ikki, tá hann royndi seg við skotið úti frá nakrar minuttir inn í seinna hálvleik.
So var tað, at spælið dovnaði nakað. HB legði seg nakað aftur á vøllin, og leikferðin var ikki eins høg nú sum hon var í fyrra hálvleiki.
Men einar tjúgu minuttir inn í seinna hálvleik kom aftur dramatikkur í dystin. Jústines Hansen hevði bert verið á vøllinum í nakrar heilt fáar minuttir, tá hann fyri aðru ferð fær gula kort og so verður vístur av vøllinum.
Fyrra gula kortið fekk hann fyri eitt fríspark hann gjørdi á miðum vølli. Seinna gula kortið var eitt sindur trupult at skilja. Tað var í eftirspælinum av einum frísparki, at Páll Augustinussen gav Jústines Hansen seinna gula kortið.
Onkur vildi vera við, at tað var fyri at brúka munn, og onkur annar helt upp á, at tað fyri at sparka bóltin burtur, at Jústines Hansen fekk gula kort nummar tvey og mátti av vøllinum.
Sambært NSÍ-venjaranum, Trygva Mortensen, segði Páll Augustinussen við teir aftan á dystin, at Jústines Hansen hevði sparkað bóltin eftir sær, og tí varð hann útvístur.
Soleiðis slapp NSÍ at leika seinastu løtuna við tíggju monnum, og tað skuldi seinni vísa seg, at HB eisini fingu ein mann útvístan.
Hesaferð var ongin ivi um útvísingina. Christian Høgni Jacobsen fór spelandi avstað móti Vagnur Mortensen, og var um at sleppa framvið. Vagnur gjørdi seg breiðan og krøkti seg fastan í landsliðsáleyparan, og so var onki at gera enn at geva honum seinna gula kortið.

Vertirnir royndu at trýsta
Seinastu løtuna royndu vertirnir at trýsta alt teir vóru mentir. Sonni L. Petersen varð skiftur inn og onkursvegna gjørdist álopið nakað meiri vandamikið av hesum.
Serliga í samband við eitt hornaspark vóru NSÍ-arinir ótrúliga nær við fleiri ferðir, og eisini Sonni L. Petersen sjálvur løtu seinni, men onki mál kom aftrat til NSÍ.
HB fekk hinvegin eitt aftrat tveir minuttir fyri leiklok.
Emil N. Leifsson varð skiftur inn stutt framman undan í tí, sum minti mest um eina taktiska útskifting. Hann fekk tó ein ógvuliga avgerandi leiklut.
NSÍ satsaði og tveitti fólkið niðan á vøllin, og hetta gav pláss í hinum endanum, tá ein avlevering úr høgra borði slapp at sigla allan vegin tvørtur um brotsteigin til Emil sum taklar bóltin í netið til 3-1.
Soleiðis gekk tað fyri seg í dystinum, har HB og NSÍ skiftu um pláss á stigatalvuni. NSÍ hevði bóltin meiri enn HB, men HB visti betur hvar málið stóð, og tískil fóru øll trý stigini við bussinum aftur til Havnar.