HB og NSÍ í U18 finaluni

HB og NSÍ hittast fjórða árið á rað í U18 finaluni í steypakappingini

Í gjárkvøldið vóru tvær hálvfinalur leiktar í steypakappingini í U18 deildini hjá dreingjum. Tær vóru í Leirvík millum Víking og HB, og í Runavík millum NSÍ og B36.

 

Aftaná dystirnar er greitt, at talan verður um finalu millum HB og NSÍ. Merkisvert er, at hetta er fjórða árið á rað, at hesi bæði liðini hittast í U18 finaluni hjá dreingjum.

 

Í hálvfinaluni millum Víking og HB í Leirvík, vann HB dystin 2-1. Tað var annars heimaliðið, Víkingur, ið var á odda 1-0 í hálvleikinum við máli frá Geza David Turi. Men í seinna hálvleiki fekk HB vent dystinum við tveimum málum frá Leivi Guttesen, soleiðis at teir kundu tryggja sær finaluplássið.

 

Í Runavík kom avgerandi málið ikki fyrrenn í yvirtíðini, tá NSÍ vann 2-1 á B36 og harvið spældi seg í steypafinaluna. Í steðginum var NSÍ á odda 1-0 við máli frá Steffan Løkin, men í seinna hálvleiki gekk alsamt betur hjá B36. Tá 88 minuttir vóru leiktir, eydnaðist tað eisini B36 at javna við máli frá Ragnari Samuelsen, men í tíðini sum dómarin hevði lagt afturat, skoraði innskifti Dávid á Roykheyggi avgerandi málið í dystinum, tá hann legði NSÍ á odda 2-1.

 

Steypafinalan í U18 kappingini millum HB og NSÍ verður leikt á Tórsvølli fríggjakvøldið 25 august 2017.