Tað vóru fleiri flokkar á muni millum HB og TB, sum í kvøld var gestur á ovara vølli í Gundadali.
Miðskeiðis í fyrra hálvleiki var HB frammanfyri 4-0, og so var spurningurin, um talan fór at verða um metstóran sigur ella ikki. HB skoraði ikki aftur fyrr enn tíggju minuttir undan leikloki.
-Kanska høvdu vit ferðina niður til Albania nógv í huganum. Tapið á heimavølli ímóti Víkingi var stórt vónbrot, tí var hetta akkurát tað, sum skuldi til, nú vit fara niður til Albania, heldur Pætur J. Petersen, sum í kvøld var millum teir fyrstu ellivu. Hetta var bara fjórði dysturin hjá honum í ár, og hetta var bara onnur ferðin, at hann var á vøllinum alla tíðina. Pætur J. Petersen skoraði til 2-0. Hetta var fyrsta málið hjá honum í landskappingini í ár.
Stóri maðurin hjá HB var Mikkel Dahl, sum skoraði trý mál og nú er ovast á máltindinum við 12 málum. Bartal Wardum skoraði eitt mál í fyrra hálvleiki, og Hilmar Leon Jakobsen skoraði fyrra málið í seinna hálvleiki.
Nógv tey flestu málini vórðu skorað við høvdinum. HB var omaná í øllum lutum, og ikki minst í høvuðspælinum í brotsteiginum hjá mótstøðuliðnum var HB einaráðandi.
Hjá TB vóru 16 ára gamli Oddmar N. Jespersen og 19 ára gamli Jóhan Renéson Thomsen fyri fyrstu ferð millum teir fyrstu ellivu. Tveir lyklaspælarar – Aron Sørensen og Dánjal Godtfred – vóru leikbannaðir. Tað sigur ikki so lítið um manningarligu støðuna, at Ken Fagerberg í seinna hálvleiki varð settur inn í álopið. Hann hevur ikki verið á besta liðnum í ár.
HB er næstfremst við 27 stigum – tvey fleiri enn Víkingur sum hevur spælt ein dyst færri – og TB er aftast við tveimum stigum. Nú fer HB niður til Albania, har dystur í europeisku undankappingini fyri meistaralið verður týskvøldið og møgulig finala fríggjakvøldið um eina stóra viku. Síðsti dysturin hjá HB í landskappingini undan summarsteðginum verður annað týskvøld á útivølli ímóti B68.
TB hevur ein dyst eftir undan summarsteðginum. Talan verður um lykladyst, tá ið EB/Streymur 26. juni – á jóansøku – verður gestur í Trongisvági.
HB – TB 6-0 (4-0)
1-0: Mikkel Dahl 3.
2-0: Pætur J. Petersen 10.
3-0: Bartal Wardum 16.
4-0: Mikkel Dahl 22.
5-0: Hilmar Leon Jakobsen 80.
6-0: Mikkel Dahl 82.
Dómari: Aron Sofus Vest
HB: Teitur Matras Gestsson – Hørður Askham (Sunday Odeh, 57.), Bartal Wardum, Daniel Johansen – Pætur J. Petersen, Heðin Hansen (Moro Ibrahim, 46.), Michal Przybylski, Mads Bo Mikkelsen – Hilmar Leon Jakobsen (Áki D. Samuelsen, 83.), Mikkel Dahl, Adrian Justinussen
Gult kort: Heðin Hansen
Venjari: Jonas Dal Andersen
TB: Mads Altschuler – Jens Erik Bruhn, Simon S. Rasmussen, Ndende Adama Guéye, Samudeen Musah – Oddmar N. Jespersen, Eirikur M. Ellendersen (Jannik Dalfoss, 92.), Mark Kongstedt, John Villi Wøldike Leo – Andreas Midjord, Jóhan Renéson Thomsen (Ken Fagerberg, 51.)
Gult kort: Jens Erik Bruhn
Venjari: Lars Heiliger