Sum skilst kemur Grétar Snær Gunnarsson í kvøld til Føroya at venja við HB. Hann kemur frá FH í Íslandi, har Heimir Guðjónsson var venjari, áðrenn hann tók við í HB í ár.
Talan er um 21 ára gamla miðvallaran, Grétar Snær Gunnarsson. Hann var í fjør útleigaður til HK, men er nú aftur í FH, har hann hevur trupult við at fáa spælitíð. Hann hevur verið liðskipari á U21 landsliðnum hjá Íslandi, og spælt við bæði U17 og U19 landsliðnum.
Tað ljóðar, at hann eisini var á veg til HB undan kappingarbyrjan, men at FH ikki vildi lata hann leysan tá. Heimir Guðjónsson váttaði á Rás2, at HB var eftir einum ella tveimum spælarum undan kappingrbyrjan. Tað bleiv til at leiga Teit Jacobsen, sum nú er skaddur tað mesta av einum ári við krossbandsskaða.
HB vann í gjár 3-0 á 07 Vestur og liggur á einum deildum fyrsta plássi. Felagið hevur eisini íslendska miðvallaran Brynjar Hlöðversson í hópinum.