HB saknar tveir stinnar miðvallarar

NSÍ, sum hevur vunnið seks ferðir á rað, fær vitjan av HB, sum hevði vunnið fimm ferðir á rað undan tapinum síðsta sunnudag

Tá ið NSÍ hevur vitjan av HB, fer annað liðið av vøllinum sum vinnari. Einasta undantakið, síðani kappingin í 2005 varð víðkað at fevna um 27 umfør, var í fjør, tá ið seinni dysturin í Runavík endaði máleysur.

Tølini siga, at oftast endar NSÍ omaná. NSÍ hevur vunnið ellivu ferðir, HB hevur vunnið seks ferðir – eitt nú 2-1 í fyrsta umfari í vár - og so var tað javnleikurin í fjør.

-Seks tær seinastu ferðirnar hava vit vunnið fulla úrtøku. Tað eru fimm stig fram til toppin, og vit hava fulla ferð á – eisini ímóti HB. So fáa vit at síggja, hvussu støðan verður síðst í oktober, tá ið punktum verður sett, sigur NSÍ hjálparvenjarin Djóni Nolsøe Joensen.

Magnus H. Olsen er vøddaskaddur og harvið ikki tøkur. Tað er ivasamt, um Jonleif Højgaard er førur fyri at spæla, tí hann er darvaður av skaða í knænum.

 

3-2 tapið ímóti KÍ fyri viku síðani bar við sær, at HB misti fimta plássið, sum ber atgongd til Europa við sær. Tølini siga, at HB annars hevur verið sannførandi, tí undan heimatapinum fyri viku síðani hevði HB vunnið fimm ferðir á rað.

-Vit eiga at klára okkum betri, enn vit gjørdu ímóti KÍ, tá ið vit duttu alt ov langt aftur og lótu okkum draga eftir teirra fyritreytum. Vit rokna framvegis við møguleikanum at vinna fjórða plássið, og vit hava reist okkum og eru í arbeiðshandskunum. Tað er nú, at tað verður avgjørt, tí eftir ferðina til Runavíkar skulu vit spæla ímóti Víkingi og B36, sigur HB veteranurin Rókur av Fløtum Jespersen, sum er leikbannaður í dag. Tað kemur illa við hjá HB, tí Teit Jacobsen, sum hevur spælt á sentrala verjukenda miðvallarplássinum, tá ið Rókur ikki hevur verið tøkur, er eisini leikbannaður.