Meistararnir úr HB tykjast halda fram í somu øði, sum teir gjørdu nógvu tey síðstu umførini í fjør. Fyrsta bríkslið á Skála var klokkan 17, og tá ið tað var hálvleikt, var HB á odda 3-1.
Bogi Gregersen setti hol á fyri heimaliðið, sum hevur spælt ímóti lotinum. So tók HB yvir, og teir hava spælt sera væl.
Rógvi Jacobsen javnaði eftir verjumisskiljing, og landsliðsspælarin legði HB framum við stútara. 3-1 málið skoraði Rasmus Nolsøe við beinleiðis frísparki.