HB skýlið eitur nú Kaupthing-skýlið

Aktiv marknaðarføring er lyklaorðið hjá Kaupthing Bank, sum í gjár gjørdi fýra ára sponsor-sáttmála við HB

Fótbóltur

Íslandssáttmálin fær gildi í dag, og millum annað inniber tað, at Kaupthing nú fer í holt við at ítøkiliggera ætlanir sínar um at reka veruligt bankavirksemi í Føroyum.
Hetta inniber eisini, at felagið, sum higar til hevur verið virðisbrævameklarafelag nú skiftir navn til Kaupthing Bank – eitt navn, sum felagið veruliga vil marknaðarføra seg til.
Fyrsta stigið í so máta varð tikið í gjár, tá Kaupthing og HB skrivaðu undir sponsor-sáttmála, sum er galdandi fyri næstu fýra árini.
- At vit nú víðka um virksemið, eins og navnið verður broytt, gevur okkum tørv á eini sterkari marknaðarføring. Tí partinum hava vit arbeitt við, og vit eru sera fegin um, at vit hava gjørt sáttmála við HB. Tí tað er uttan iva eitt tað allar besta lýsingarplássið, sum fæst í landinum, sigur Peter S. Holm, stjóri í Kaupthing.
Og Steinfinnur Mittelstein, stjóri í P/F Havnar Fótbóltur, var nú heldur ikki ónøgdur við avtaluna.
- Nú endaði árið hjá okkum jú heilt gott, men tað í sjálvum sær gevur ikki úrslit. Fyrireikiingarnar til komandi árið eru langt síðani farnar ígongd, og hendan avtalan gevur okkum møguleikan at skapa eitt gott fíggjarligt grundarlag fyri rakstrinum, sigur hann.

Aktiv marknaðarføring
Umframt at vera sjónligir á spælarabúnunum, verður Kaupthin eisini í aðrar mátar ein aktivur partur av vørumerkinum, sum eitur HB. Ein ætlan, sum eisini er heilt tilvitað.
- Vit hava hugsað um fleiri møguleikar at branda okkum saman við HB. Eitt nú verður Kaupthing merkið á øllum samskifti, sum fer úr HB-húsinum, eins og venjingarbúnar, sum nógvur ungdómur brúkar, eisini bera okkara merki.
- Men mest sjónligi parturin verður helst í samband við heimadystirnar hjá felagnum. Vit koma at brúka hesar til aktivt at gera vart við okkara leiklut, og so hava vit eisini valt, at HB-skýlið nú fær navn eftir okkum. Tað er nakað, sum ikki er roynt í Føroyum áður, og vit eru sera fegnir um, at leiðslan í HB vildi ganga hesum ynski á møti, sigur Peter S. Holm.