Tølini siga, at Víkingur er favorittur, tá ið HB seinnapartin vitjar í Sarpugerði. Víkingur hevur higartil verið trettan ferðir á heimavølli, og úrtøkan er níggju sigrar og fýra javnleikir við samlaða málmuninum 42-15. Tað vil siga, at higartil er tað ikki eydnast gestunum at fara úr Sarpugerði við fullari úrtøku.
HB hevur verið tólv ferðir á útivølli, og úrtøkan er fýra sigrar, fimm javnleikir og trý tap við samlaða málmuninum 13-13.
-Vit vita, at tað er neyðugt hjá okkum at vinna allar dystirnar, um vit skulu varðveita fjórða plássið, og tí fyrireika vit okkum av fara norður til Gøtu fyri at vinna øll stigini. Tað verður neyvan avgjørt fyrrenn leygardag, um vit fara at kvalifisera okkum til altjóða fótbólt. Í europeiskum høpi og við fíggjarligum atliti er tað hips um haps at vera nummar tvey ella fýra, men tað er sera týdningarmikið at vera í hvussu so er nummar fýra, og tað gera vit alt fyri at røkka, sigur HB liðformaðurin Fróði Benjaminsen.
Pál Mohr Joensen, Arnbjørn Hansen og Andrew av Fløtum eru orsaka av skaðum ikki tøkir at spæla ídag. Tað er ivasamt, um Rógvi S. Holm, Fróði Benjaminsen og Poul Ingason vera tøkir ídag. Teir hava í vikuni verið skaðadarvaðir.
Eftir vónbrotið og 2-1 tapið við Margáir fyri tveimum vikum síðani vann Víkingur sunnudagin á heimavølli ímóti FC Suðuroy. Sigfríður Clementsen var fegin um, at liðið hjá honum við nógvum ungum og óroyndum monnum megnaði sítt, og nú bíðar somu monnum stór avbjóðing:
-Um vit skulu vinna ímóti HB seinnapartin, so skulu vit avrika meiri, enn vit gjørdu ímóti FC Suðuroy. Vit skulu stutt sagt finna eitt gear aftrat. Vit eru ósigraðir á heimavølli higartil í ár, og vit vóna, at tað eisini verður soleiðis, tá ið síðsti heimadysturin í ár verður av, sigur Sigfríður Clementsen.
Finnur Justinussen er uttanlands, og skaðalistin í Sarpugerði er langur: Bárður J. Hansen, Hanus Jacobsen og Philip Djordjevic eru plágaðir av knæskaðum, Súni Olsen hevur brotið hondina, og Hans Jørgen Djurhuus er skaddur í økslini.
Í dag fer Sigfríður at siga farvæl í Sarpugerði, tí í síðsta umfari skal Víkingur spæla á útivølli ímóti TB. Í næstsíðstu viku varð kunngjørt, at Sigfríður Clementsen ikki fer at halda fram sum venjari hjá Víkingi.