HB skiftir út á bonkinum

Betri deildin menn: HB boðar frá útskifting á bonkinum

HB hevur skift kropsligan venjara. Helmand Hamid er farin til HB Køge, og nýggjur maður í hansara stað er 29 ára gamli norðmaðurin, Petter Skogsletten.

 

HB.fo skrivar:

 

Eftir at Helmand boðaði frá, at hann gavst í felagnum, var beinanvegin farið at leita eftir einum avloysara. Hann er longu funnin, og er byrjaður í starvinum sum kropsligur venjari hjá Betri monnum.

 

Talan er um 29-ára gamla norðmannin Petter Skogsletten, sum kemur úr einum starvi í danska felagnum FC Nordsjælland. Hóast sín unga aldur, er talan um ein royndan mann.

 

– Eg havi verið virkin innan fótbóltin tey síðstu 10 árini, har eg samstundis havi nomið mær venjaraútbúgving og útbúgving innan ítróttarvísind. Tey síðstu 4 árini havi eg verið kropsligur venjari. Fyrst í Bodø/Glimt í Norra, og síðani í FC Nordsjælland í Danmark.

 

– Hetta er eitt spennandi og ambitiøst felag, og eftir nakrar samrøður við Dali, var eg ikki í iva, um at hetta var tað rætta fyri meg. Og so dregur tað eisini, at sleppa at royna seg í í einum nýggjum landi við einari aðrari mentan, sigur Petter í stuttari viðmerking við heimasíðuna hjá HB.

 

Helmand til HB Køge

 

Kropsligi venjarin hjá Betri monnum, Helmand Hamid, gevst í felagnum, nú hann hevur tikið við einum starvi hjá HB Køge. Harvið legst hann afturat longu røðini av venjarum og spælarum her í felagnum, ið taka næsta fetið á yrkisleiðini

 

Helmand kom til felagið undan kappingarbyrjan í 2021, tá hann avloysti Sebastian, sum fór til AC Horsens.

 

– Tað hevur verið bæði spennandi og mennandi at flyta til eitt nýtt land, og at sleppa at arbeiða í einum felag sum HB. Men ævintýrið steðgaði fyrr enn ætlað, nú tað stóð mær í boði, at taka við starvinum sum kropsligur venjari í ungdómsdeildini hjá HB Køge, har vit eisini koma nærri familjuni.

 

– Eg vil fegin takka øllum spælarunum í HB, og tað hevur verið ein sonn frøði at arbeiða saman við nøkrum av teimum dugnaligastu fótbóltsspælarunum í landinum. Somuleiðis vil eg takka venjaratoyminum og øllum í og rundan um felagið, fyri eitt gott samstarv.

 

– Tað er við blandaðum kenslum, at eg sigi farvæl. Eg ynski tykkum øllum tað besta í framtíðini, og fari sjálvsagt at halda eitt vakið eyga við HB.