Meistaraliðið HB hevur sýnt besta fótbóltsspælið í 2009. Tað halda tey, sum hava skrivað um fótbólt í Sosialinum í ár. Fyri hvønn dyst hava ítróttarskrivararnir latið millum ein og seks bóltar til liðini, og við 92 bóltum tilsamans, vann HB heiðurin sum liðið, ið hevur spælt besta fótbóltin í ár.
Fyri heiðurin slapp Vodafone-liðið hjá HB at velja eitt lið úr yngru deildum felagsins, har hvør spælari fær ein bólt í part, og HB-venjarin, Sámal Erik Hentze var ikki í iva. Sjálur eigur hann ein drong, sum spælir við smádreingjunum hjá HB, og sum hann tók til, so spardi hann sær 500 krónur í bóltakeypi, um liðið hjá soninum fekk bóltarnar.