HB spælari flytur vestur í Vágar

07 Vestur hevur leigað 19 ára gamla Ára Arge, sum í fjør spældi við EB/Streymi

Nýggi venjarin, Michael Schønberg, og Ári Arge, sum 07 Vestur hevur leigað í HB Mynd: 07 Vestur

Fyrsti spælarin er lagstur aftrat, eftir at danski venjarin Michael Schønberg er lendur í Vágum og er farið undir arbeiðið, sum er at fyrireika 07 Vestur til nýggja kappingarárið.

07 Vestur skrivar soleiðis í kvøld:

07 Vestur hevur júst gjørt sáttmála við Ára Arge, sum soleiðis verður fyrsti leikarin hjá Michael Schønberg. Verjuleikarin flytur vestur eftir eitt gott kappingarár í EB/Streymi.

19-ára gamli Ári Arge er upprunaliga úr HB, men fekk sínar fyrstu dystir í Betri Deildini fyrraárið, tá hann varð leigaður til AB. Fyri AB spældi hann nær um hvønn dyst eftir summarsteðgin. Í fjør gekk leiðin so til EB/Streym, eisini uppá leiguavtalu við HB, har hann varð ímillum stuðulsleikararnar og spældi næstan hvønn dyst. Hesi tvey árini eru tað so blivið til 36 dystir í Betri Deildini og 3 í steypakappingini.

07 Vestur hevur gjørt leiguavtalu við HB, og Ári er longu byrjaður at venja við nýggju liðfeløgunum, skrivar 07 Vestur í kvøld.

Fyrsti landskappingardysturin hjá 07 Vestur verður leygardagin 5. mars, tá ið Víkingur verður gestur á Dungasandi.

Nýggi venjarin, Michael Schønberg, og Ári Arge, sum 07 Vestur hevur leigað í HB Mynd: 07 Vestur