info
Ongi úrslit

HB spilti seg heilt burtur

Skála stríddi seg til javnleik, eftir at HB hevði verið leikliga omaná so at siga alla tíðina

Jóannes Hansen
15. mai 2022 kl. 17:22

Fyri fjórðu ferð á rað er HB í góðveðrinum á Skála farið av vøllinum uttan at hava vunnið fulla úrtøku.

Úrslitið var 1-1, og nú er HB trý stig frá triðja plássinum og B36, sum hevur væl betri málmun enn HB.

Úrslitið boðar frá, at tað er kreppa í HB. Stóri trupulleikin er, at tað ikki eydnast at skora mál, og at tað ov sjáldan eydnast at vinna stórar málmøguleikar úr greiðu yvirvágini í spæli.

Dan í Soylu var í dag saman við Heðini Hansen sentralur miðvallari, og Dan megnaði at fáa glið á samanspælið á miðvøllinum, og HB spælararnir vóru ágangandi og pressaðu heimamenninar frammarlaga.

Hóast stóru yvirvágina eydnaðist tað ikki HB at finna málið í fyrra hálvleiki. Eisini tí Jákup Nolsøe Olsen var óførur í heimamálinum.

Dan í Soylu var maðurin, sum umsetti HB yvirvágina til 1-0 leiðslu, tá ið seinni hálvleikur var ein tíma gamal. Adrian Justinussen legði fram úr vinstru, við handara stólpa stútaði Heri H. Mohr inn fyri málið, har Dan í Soylu stýrdi bóltin í málið.

HB helt fram við at eiga yvirvág, men skálamenn vístu betri hugburð, enn teir gjørdu í fyrra hálvleiki. Vukasin Tomic gekk undan í miðverjuni, har hann og Jákup Jakobsen vóru ógvuliga raskir. Skála vann ikki nógvar møguleikar, men tá HB leiðslan var so tepur, so lúrdi møguleikin fyri, at tað kundi eydnast at skjóta mál og vinna eitt stig, og soleiðis varð tað.

12 minuttir restaðu, tá ið innskifti Martin Johansen eftir horna fekk høvi einaferð aftrat at leggja innfyri úr høgru, og við handara stólpa var tað Pætur Dam Jacobsen, sum við høvdinum stýrdi bóltin í málið heilt dygst niðri í nærra málhorninum.

HB royndi at svara aftur, og skálamenn sparkaðu høgt og langt og stríddust fyri stiginum, og tað eydnaðist, eisini tí Jákup N. Olsen í evstu løtu bjargaði heilt væl.

Nýggi álopsspælarin hjá Skála Jamiu Ola Ajibade varð skiftur inn í seinna hálvleiki, og hann órógvaði mótstøðumenninar við sínum skjótleika.

Hetta var fimta ferðin, at Skála vann eitt stig, og javnleikurin í dag ber við sær, at Skála lyfti seg uppum B68.

 

Skála – HB 1-1 (0-0)

0-1: Dan í Soylu

1-1: Pætur Dam Jacobsen

Dómari: Rúni Olsen

Skála: Jákup N. Olsen – Teitur R. Joensen, Vukasin Tomic, Jákup Jakobsen, Djóni Petersen – Pætur Dam Jacobsen, Karl Martin Johansen – Poul Kallsberg, Steinbjørn Olsen, Emil Weihe Joensen – Jan Ingason Hansen

HB: Teitur Matras Gestsson – Heri Hjalt Mohr, Bartal Wardum, Hørður H. Askham, Ári Mohr Jónsson – Dan í Soylu, Heðin Hansen – Áki D. Samuelsen, Stefan Radosavljevic, Adrian Justinussen – Jákup L. Thomsen

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

24. oktober kl. 21:15

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

24. oktober kl. 15:02

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Tað verður illveður um vikuskiftið

22. oktober kl. 09:16

Soleiðis sær út eftir eldin á Gomlurætt

22. oktober kl. 09:28

Ein stormskaði fráboðaður

25. oktober kl. 09:07

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Strømgodset tapti greitt fyri Molde í steypakappingini

7 minuttir síðan
Tíðindi

Diplomatiskur brølari av Mette Frederiksen

15 minuttir síðan
Hondbóltur

Trúgvi Hávardsson og liðfelagarnir taptu stórt á Hafnarfirði

37 minuttir síðan
Fótbóltur

VIDEO: Mattias legði upp til mál í 3-0 sigri hjá Västerås SK

1 tími síðan
Fótbóltur

Hellas Verona tryggjaði sær sigurin móti dystarenda

1 tími síðan
Hondbóltur

SMS: Neistin vann toppdystin - Greiðir sigrar til VÍF og EB

2 tímar síðan
Tíðindi

Vil hava rund­koyr­ing til nýggja býl­ing­in á Strondum

4 tímar síðan
Lesarabrøv

Avgerðin er í okkara hondum

4 tímar síðan
Tíðindi

Føroyskur limaskapur í Norðurlandaráðnum sett dám á fundin

5 tímar síðan
Tíðindi

Myndir: Minst 68 deyð í tok­van­lukku í Spania

6 tímar síðan
Lesarabrøv

Hvar skal Almannaøkið spara?

6 tímar síðan
Fótbóltur

Adrian og liðfelagarnir snávaðu móti liði úr triðbestu deildini

7 tímar síðan