HB stórskjúttin er í heimsklassa

Skarpskjúttin hjá HB skoraði fýra mál – trý við beinleiðis frísparki – og legði upp til tað fyrsta

HB vann í góðveðrinum seinnapartin 5-0 á útivølli ímóti AB.

Øll málini vórðu skorað fyrstu 21 minuttirnar. Tað er í sær sjálvum heilt óvanligt, at útilið í fremstu deildini er frammanfyri við fimm málum, áðrenn fyrri hálvleikur er hálvrunnin.

Heilt, heilt óhoyrt er tað, at ein og sami maður eigur leiklutin, sum Adrian Justinussen átti í øllum HB málunum.

Aftur og aftur hevur Adrian Justinussen víst, hvussu vandamikið tað er, tá ið hann roynir seg við fríspørkum ímóti mótstøðumálinum.

Tað, sum Adrian vísti í dag, er ongantíð áður sæð í Føroyum, og tað er stór avbjóðing hjá fótbóltsnørdum at finna søgu, sum líkist tí, ið Adrian borðreiddi við á Argjum ídag.

Við frísparki legði hann upp til fyrsta málið, sum Øssur Dalbúð skoraði, og so skoraði í fimm minuttir trý mál við beinleiðis fríspørkum, áðrenn hann lítla løtu seinni sneiddi seg leysan í vinstru og sendi bóltin í málið.

HB miðverjin Heðin Hansen varð vístur av vølli í fyrra hálvleiki, men tað broytti ikki leikgongdina so ógvuliga nógv. Hóast HB var undirmannað, so megnaðu favorittarnir at varðveita støðuna, og í seinna hálvleiki vórðu tríggir ungir HB spælarar skiftir inn.

Tey bæði stóru feløgini í Gundadali hava fulla úrtøku og eru topplið eftir trý umfør, og Adrian Justinussen er toppskjútti við seks málum.