HB tapti tvey og B36 vann eitt

Eftir at hava javnað til 1-1 ímóti HB, helt Jákup á Borg, at Andriasi Eriksen vísti, hvat skal til fyri at standa seg

Tá ið vanliga leiktíðin var farin í Gundadali fríggja­kvøld­ið sá tað út til, at talan skuldi verða um endurtøku frá steypa­dystinum fyri viku síðan, tá ið HB vann 3-2 á B36. Talvan vísti 1-0 til HB, sum legði seg framum í 1. hálvleiki. Christian R. Mouritsen var undir mál­inum, tá ið hann stýrdi fløt­um innleggi úr vinstru frá Heina Vatnsdal í málið. Arkitekturin var enn eina ferð Andrew av Fløtum.
So var tað í eykatíðini, at Jákup á Borg eftir horna av brotsteigarmarkinum við innaru síðuni sendi bóltin upp í málhornið. 1-1 og tað sást, at HB kendi seg at hava mist tvey stig, og at teir í B36 kendu seg at hava vunnið eitt stig.
– Hetta var fantastiskt. Eg fylgdi bóltinum allan vegin, og tað var framúr kensla at síggja netið vera spílað út. Tað var nátúrligt, at vit runnu yvir til áskoðararnar. Avrikið í 2. hálvleiki var alt annað enn gott, men við­halds­fjøldin bar okkum til síðstu løtuna at leggja tað eyka í, sum skuldi til, var við­merkingin hjá ovurfegna Jákupi á Borg.
Andrias Eriksen var nýggjur miðverji?
– Hann spældi fan­tast­iska væl, og hann hevur ar­beitt við eyðmýkt. Sein­astu ferðirnar hevur hann verið bestu maður á 2. liði, og eg haldi eisini, at tað er herða­klapp til okkum venj­arar, at vit nú vístu honum álit, og at hann tók av, sóu øll tey, sum fríggjakvøldið vóru í Gunda­dali.