Seinnapartin verður farið undir kvinnukappingina í fótbólti.
Í hesum ára túsindinum eru tað bara tvey lið, sum hava vunnið FM.
KÍ vann øll árini frá 2000 og fram til 2016. Í fjør eydnaðist tað EBS/Skála at koppa KÍ av trúnuni.
Í 1998 vann B36, og í 1999 vann HB FM.
Spurningurin er nú, um tað fer at eydnast øðrum felag enn KÍ og EBS/Skála at verða meistsari.
Serliga í HB hava tær brynjað seg út av nýggjum.
Heidi Sevdal er flutt aftur til HB, eftir at hon í fjør var lyklaspælari í EBS/Skála.
Meistaraliðið hevur eisini mist Sigruna Kristiansen, sum er flutt til B36.
ÍF/Víkingur-KÍ: Jón Marni Johannesen kl. 17.30
B68-HB: Bogi Hansen kl. 15.00
B36-EBS/Skála: Heini Viðoy kl. 19.30