HB ætlar at brúka FM til at ala nýggjar 1. liðsspælarar fyri

Fótbóltur: Upphæddirnar, sum fáast burturúr Europa Cup, partabrøvum, størri áskoðaragjaldi og stuðli skulu brúkast til at menna ungdómsarbeiðið. Spælararnir fáa upp móti einari mánaðarløn eyka fyri at vinna FM heitið

HB er á aldukambinum í løtuni ? bæði so og so. Sunnudagin var ein rúgva av havnarfólki í Gøtu, og tey fóru suður aftur sannførd um, at tað fer at eydnast at vinna FM. Og í felagnum hava teir stórar ætlanir um at fáa so stóra nyttu burturúr meistaraskapinum, at tað fer at tryggja HB grundarlag fyri títtum meistaraskapum í framtíðini.

Millum áskoðararnar var Gunnar Mohr, formaður í HB. Vit fáa hann ikki at siga, at HB hevur vunnið FM, og hann vísir á, at í teoriini ber tað til hjá øðrum liðum at vinna, men samstundis ásannar hann, at tað skal vilja meiri enn illa til, um fyrsta FM heitið síðani 1990 ikki fer at koma til høldar um nakrar vikur:

? Onkuntíð hava vit klokkað í tí, sjálvt um vit hava ligið væl fyri, men eg havi so stórt álit á venjaranum og spælarunum, sum vit hava í ár, at eg avgjørt rokni við, at teir fara at megna at vinna neyðugu stigini. Sunnudagin vístu teir, hvat er í teimum, tá GÍ hevði javnað og eina løtu legði trýst á, sigur Gunnar Mohr, og minnist aftur á 1987, tá HB var fremst í summarsteðginum og varð roknaður sum sera upplagdur meistari, tí fleiri góðir spælarar komu aftur til felagið í summarsteðginum. Men úrtøkan eftir summarfrítíðina var lítil, og so streyk TB avstað við meistaraskapinum.


Nyttan

Tá vit spyrja HB formannin, hvat meistaraskapurin skal brúkast til, hevur hann nógv at vísa á:

? Í fyrsta lagi kemur tað væl við, at vit sleppa undan næstfremsta plássinum, sum sinniliga hevur tyngt okkum í øll hesi árini. Og í øðrum lagi gevur hetta okkum fíggjarligar møguleikar, sum vit ikki hava havt. Eitt er inntøkan frá Europa Cup, eitt annað er øktu áskoðarainntøkurnar og eitt triðja er, at áhugin fyri at tekna partapening í pf. Havnar Fótbóltur er størri, enn vit høvdu roknað við. At áhugin er so stórur kemst ikki minst av, at 1. lið liggur so væl fyri.

Men hvat ætla tit at brúka pengarnar til?

? Vit ætla framvegis á øllum økjum at skapa góðar karmar um besta liði, og so ætla vit eisini at gera stórar íløgur í ungdómsarbeiðið. Har er nógv lív í, og úrslitini eru góð, men hesi seinnu árini hava vit sæð, at tað koma alt ov fáir 1. liðsspælarar burtur úr okkara ungdómsarbeiði. Tí hava vit verið noyddir at fara úr felagnum fyri at fáa góðar spælarar. Nú vilja vit sjálvir skapa profilar og so kanska fáa onkrar góðar spælarar úti frá afturat, sigur Gunnar Mohr og vísir á, at burturúr góða unglingaliðnum, sum vann FM í 1992, 1993 og 1994 er bara ein spælari á 1. liðið hjá HB. Tað er John Heri Dam, sum í fjør var í B36.


Stóra samsýning

Tað hevur ljóðað, at HB spælararnir fara at fáa eina heilt fitta samsýning fyri at vinna FM heitið og steypakappingina í ár.

Formaðurin í HB váttar, at í sáttmálunum við spælararnar er lagt upp til, at teir fáa eina samsýning, men hann vil ikki siga meiri og vísir til formannin í Havnar Fótbóltur, Poul Michelsen. Hann var ikki at hitta, tá vit royndu at fáa fatur í honum, men aðrar og rættuliga álítandi keldur vita at siga okkum, at teir tjúgu spælararnir í 1. deildarhópinum hjá HB fara at fáa eina hampuliga mánaðarløn og tað vil siga einar 15 til 20 túsund krónur í part fyri at vinna greipuna, sum teir næstan hava vunnið.

Hetta vil Gunnar Mohr hvørki vátta ella avsanna, men hann sigur, at teir ætla at bjóða nýggj partabrøv út til tekningar í september mánaði.

? Upprunaliga vónaðu vit at selja fyri eina hálva millión í ár, men vit hava longu selt fyri seks hundrað túsund. Nú ætla vit at bjóða meiri til sølu, og vit hava eina greiða fatan av, at tað er stórur áhugi fyri at gerast partaeigari, og tað er hugaligt, tí tað kostar at reka ungdómsarbeiðið og 1. lið, veit ein glaður og spentur HB formaður at siga. Hann vil ikki taka ímóti, tá vit royna at ynskja honum tillukku við FM heitinum!