Næsta sunnudag verður bara ein triðingur eftir at hesum kappingarárinum. Enn er tíðin ikki komin at spenna trygdarbeltini fyri at tryggja sær mjúka lending, men við støðutalvuni eftir ellivu umfør sum veruleika og skránni hjá einstøku liðunum sum grundarlag er tað ikki heilt á berum at filosofera yvir, hvussu tað man fara at laga seg næstu vikurnar.
Kappingin um at sleppa undan beinleiðis niðurflytingini gerst alt minni. Skála tapti sunnudagin fyri tíggjundu ferð í hesum kappingarárinum, og liðini, sum teir skulu vinna seg framum, um teir skulu sleppa undan sessinum, sum teir hava hildið heitan í so nógv umfør, fóru uppaftur longri frá teimum. Við sigrinum á KÍ slapp VB av næstaftasta plássinum. FSV megnaði javnleik í Gøtu, men teir duttu niður aftur á næstaftasta plássið, sum teir ? heldur enn nakar annar ? ikki tíma at vera á.
Hýrurin á skálamonnum tykist ikki vera so ringur, men nú sansar av álvara at. Næsta sunnudag fara teir fyri fyrstu ferð at spæla á nýggja undirlagnum á Skála, og tað verður ikki eiti á uppgáva, sum verður á skránni. Gestirnir vera teir í oddaliðnum HB. Samstundis sum Skála fer at stríðast við HB, fara FS Vágar og VB at spæla í Miðvági. Um Skála tapir, so verður munurin undir øllum umstøðum uppaftur størri hjá Skála upp til áttanda plássið, enn hann er eftir ellivu umfør.
Ongamanna landið
Fyri EB/Streym var tað sjálvandi framúr hugaligt, at teir fyri aðru ferð í ár megnaðu at vinna 3?1 ímóti B36. EB/Streymur er framvegis á sætta plássinum, sum er hægri, enn teir nakrantíð áður hava verið. Men tað eru møguleikar fyri, at teir kunnu røkka uppaftur hægri. Sunnudagin skulu teir til Klaksvíkar, har teir áður hava staðið seg væl. EB/Streymur tykist hava einstaklingarnar, sum megna at fáa nógv burturúr, tá ið teir verða sendir í skjót mótálop. Lítil ivi tykist vera um, at EB/Streymur fer at røkka bestu endastøðuni nakrantíð, men teir fara ikki at stríðast um heiðurskrónurnar og harvið altjóða luttøku.
KÍ tapti í Vági. Úrslitið er staðfesting av tí, sum hevur verið at sæð mesta partin av árinum. Avrikini eru misjøvn, og úrtøkan er ikki til meiri enn plasering mitt í talvuni. Tað kann ikki roknast við endastøðu millum tey bestu, tá ið bara eitt stig fæst burturúr ímóti VB, sum higartil hevur stríðst fyri at sleppa undan niðurflytingini. Klaksvíkingar kunnu framvegis skava eitt sindur saman av stigum, men teir fara ikki at røkka heiðursmerkjum.
Í summarsteðginum vónaðu gøtumenn, at teir kundu vaska talvuna heilt blanka, og at teir so at siga skuldu byrja av nýggjum. Men teir hava framvegis lyklaspælarar á skaðalistanum, og úrslitini í steypafinaluni og á heimavølli ímóti FS Vágum hava verið vónbrot. Teir eru tólv stig aftanfyri oddaliðið, og harvið sær tað heilt svart út fyri, at GÍ enn eina ferð skal sleppa upp í part í altjóða kappingunum.
Trio vorðin til kvartett í toppinum
B36, HB og NSÍ vóru í summarsteðginum trioin, sum tað varð roknað við skuldi kappast um atgongumerkini til altjóða fótbólt næsta ár. Hesi trý feløgini eru framvegis øll við í hesi kappingini, men støðutalvan boðar frá, at B68, sum í ellivu dystum bara hevur latið sjey mál fara ígjøgnum, eisini er kandidatur til altjóða fótbólt. Í løtuni eru teir á bronsuplássinum, meðan NSÍ ? í hvussu so er í hesi vikuni ? má smyrja seg við fjórða plássinum.
Tað eru framvegis møguleikar fyri, at tað, sum nú vendir upp, kann venda niður, tá ið øll liðini hava spælt sjey ferðir afturat. Men kortini er tað soleiðis, at tað skal alt meiri til, sum umfar fer at detta av umfari, at troðka seg uppaftur í spíssin. HB er tvey stig frammanfyri B36. B36 má roknast sum favorittur á heimavølli ímóti B68 næsta sunnudag, men HB má roknast sum størri favorittur, tá ið nummar eitt sunnudagin fer at spæla á Skála ímóti nummar tíggju. Um HB vinnur, og um B36 ikki vinnur, so verður munurin næstan órógvandi stórur, um spenningurin er metingargrundarlagið.
HB, sum ímóti NSÍ vann 1?0 fyri fyrstu ferð síðani 16. september í 2001, tá ið teir í sekstanda umfarinum vunnu á heimavølli ímóti EB/Streymi ? tykist eisini eiga lættari uppgávur á, enn hini oddaliðini eiga. HB og NSÍ hava spælt tvær ferðir, og HB skal spæla ímóti B36 og B68 í Gundadali. B36 eigur umframt heimadystir ímóti HB og B68 í Gundadali NSÍ í Runavík. B68 skal spæla ímóti NSÍ á heimavølli og báðum havnafeløgunum á útivølli, og NSÍ eigur B36 á heimavølli og B68 á útivølli.
Umframt hesar lykladystirnar kunnu aðrir sjálvandi fara at vísa seg týdningarmiklir fyri endastøðuna. HB eigur tríggjar dystir á uttanfyri Havnina. Teir eru á Skála (nú sunnudagin) og í Gøtu (annan sunnudag), har teir mugu roknast sum favorittar, og so á Eiði, har teir onkra ferðina áður ikki hava fingið fult. B36 skal til Klaksvíkar, har KÍ ivaleyst í hvussu so er fer at gera eina roynd at vísa at vaska ússaligu úrslitini ímóti B36 burtur, og B36 skal til Gøtu. B68 skal til Vágs, har tað er torført hjá øllum at vinna, og NSÍ skal bæði til Vágs og Klaksvíkar.