Fótbóltur
Talan var um dystin, sum undan leygardegnum varð róptur sum tann mest spennandi, og í so máta livdi hann eisini upp til heitið.
Sum skilst, so var illa spælandi við Løkin men kortini stríddu liðini seg ígjøgnum 120 minuttir.
Málini máttu áskoðararnir tó bíða leingi eftir, tí ikki fyrr enn í 83. minutti kom hol á. Tá megnaði Jónhard Fredriksberg nevnliga at leggja vertirnar á odda, og so ráddi bara um at halda fast.
Rógvi við í báðum
HB megnaði tó at svara aftur, og báðu ferðirnar átti Rógvi Jacobsen sín leiklut í málinum. Fyrst syrgdi hann fyri longdari leiktíð, tá hann sendi gott langskot í NSÍ-málið.
Og eftir 16 minuttum av umdystinum var Rógvi aftur upp á spæl. Hesa ferð megnaði Jens Martin Knudsen ikki at halda langskotsroynd, og so var Jákup á Borg sum køtturin á returinum.
Og so kundi tað kanska hóskandi verið lagt afturat, at sum skilst, so vóru øll spæliloyvi í lagi, so ivi skuldi ikki verið um, at HB hesa ferð er til reiðar at spæla fjórðingsfinalu til ásettu tíðina.
NSÍ-HB 1-2 (0-0)
1-0: Jónhard Fredriksberg
1-1: Rógvi Jacobsen
1-2: Jákup á Borg